Leikstjóri og rithøvundur, Marjane Satrapi (f. 1969) andaðist í gjár, 56 ára gomul. Flestu okkara kenna hana nokk best fyri hennara sjálvbiografiska høvðusverk Persepolis. Teknifilmurin er eitt kritiskt innlit inn í hvussu tað var at vaksa upp í Iran sum ein ung genta eftur kollveltingina í 1979.
Eitt heilt ættarlið eru voksin upp við Persepolis sum bæði reknirøð og teknifilm, bæði hava veri vanlig at lesa og sýggja í Fólkaskúla og Miðnámi kring heimin. Persepolis er eitt frálíkt dømi á tídningin ið samfelagskritiskari hevur fyri mentanar virksemi. Skaldskapurin hjá Marjane lýsur sera væl einstaklingin ið liggur aftanfyri og er kúðaður av abstraktum hugtakum sum “Kollvelting”, “Tjóð”, “Civilisatión” og “Mentan”.
“Tidligere sagde man til mig, at mine tegneserier havde succes, fordi jeg er kvinde og iraner. Det er i så fald første gang, nogen af delene har bragt mig held. Jeg tror nu snarere, historierne fænger, fordi der er noget universelt over dem.
Kulisserne er helt neutrale, det kunne næsten være hvor som helst i verden. Nu var det tilfældigvis mig, der oplevede fascismen. Men det kunne være jer. Fascismen er den samme, uanset om det er nazisterne i Tyskland eller islamisterne i Iran.” – Samrøða við Marjane Satrapi, á Kvinfo.dk
Í hesum tíðum við vaksandi fremmandahatur og krígg kring heimin, so vóna vit at hennara orð um at tað menniskjaliga er universelt skera ígjøgnu.
Um har er eitt at taka við læru frá Marjane Satrapi er tað at, munurin á okkum sum iranar, føroyingar, Amerikanar o.s.fr. er minni enn munurin ið er ímillum okkum sum menniskju og stýrini í okkara londum, og at stýrini í øllum okkara londum eru stoypt úr tí sama málmi.
Í dag heiðra vit hennara minni, og øll ið hava liva og voksi upp undur fasistiskum stýrum. Fylg við her á síðuni, vit vóna at skipa fyri eini sýning av Persepolis skjótast tilberð.
