Nýggja heilivágslógin frá apríl 2025 gav øllum borgarum í Føroyum rættin til at sjálvi velja hvar teirra heilivágur kom frá. Í lógini stóð at “Persónar kunnu flyta inn heilivág til egna nýtslu.”, Tað vil siga at fólk kundu flyta inn heilivág við posti til egna nýtslu, so leingi at hesin heilivágurin var skrásettur í heilivágsskránni.
Vit í Abort.fo blivu kunnaði um hesa lógarbroyting 6. novembur, og longu 10. novembur skrivaðu vit til Heilsumálaráði eftir viðmæli frá Rættarhjálpini. Okkara vón var at hendan lóggávan fór at loyva tryggar møguleikar fyri heimaabort í Føroyum gjøgnum fjarlæknaviðtalum hjá nábúgvalondum okkara. Vit høvdu vón um at hetta eisini fór at hjálpa kynsqveer ið hava tørv á at bíleggja heilivág, sum føroyska heilsuverki ikki vil loyva teimum, ella krevur óneyðuga langa og drúgva viðgerðartíð.
Hettar hevði betra um møguleikunum hjá tí einstaka, at søkja virðiliga og trygga heilsurøkt. Hendan lóggávan hevði javnset føroyingar við tey ið búgva niðri. Í Danmark kunnu øll keypa heilivág við posti til egna nýtslu úr øllum øðrum ES og EBS londum.
Heilsumálaráðið vendi aftur til okkum 15. desembur 2025 og vísti á, at vegna viðmerkingarnar til heilivágslógina, vóru tey ósamd við okkara tulking. Í svarinum til okkum meta tey at einans “einstaklingar kunnu ferðast landa millum við heilivági uppi á sær”. Minni enn ein mánaða seinni 12. januar 2026, leggur heilsumálaráðið fram broytingaruppskot fyri løgtingið, men orsaka nýval kom uppskotið tíbetur ikki ígjøgnum.
Hendan tulkingin hjá heilsumálaráðinum bleiv kært longu 6. oktobur 2025, tá ið TAKS burturbeindi resept heilivág ið ein persónur hevði fingið sent til sín við posti. Føroya kærustovnur kom 2. mars við eini avgerð, ið gav kæruni viðhald og staðfesti “at tað er greitt í lógartekstinum. at heimild er hjá persónum at flyta inn heilivág til egna nýtslu, og at tað er ikki avmarkað til ferðandi til landið.”
Longu mánaðin eftir, tann 24. apríl 2026, legði heilsumálaráðið aftur broytingarupskotið fram, og 18. mai kom uppskotið við 3. viðgerð ígjøgnum. Við hesum bleiv sjálvavgerðarrætturin hjá ikki einans kvinnuni og qveerfólki avmarkað, men avgerðarrætturin hjá øllum føroyingum at virðiliga velja heilivágsveitara.
Vit heita á heilsumálaráðið og Føroya løgting at arbeiða ímóti at dagførða heilivágslógina, so at hon samsvarar við viðmælini hjá altjóða heilsustovninum og ikki setur óneyðugar avmarkingar á atgongdina hjá einstaklingum til heilsurøkt.
Einstaklingar mugu fáa loyvi at flyta inn heilivág til egna nýtslu aftur.
