Abort.fo

Í dag hevur átakið Abort.fo útgivið nýggja skrivið ABORT.FO: Ein tíðarhóskandi abortlóggáva, sum viðger tørvin á eina dagførðing av føroysku abortlóggávuni.

Abort.fo er eitt átak til at kunna um abort viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum, ið blivu dagførd í 2022. Her umframt er Abort.fo ein pallur sum hevur sum endamál at savna saman røddir ið virka fyri eina tíðarhóskandi dagførðing av abortlóggávuni í Føroyum.

Ískoytið at seta átakið í verk var felagsskrivið hjá the European Safe Abortion Networking Group á heimsdagin fyri trygga abort í 2023. Ímillum teimum 44 felagsskapunum ið skrivaðu undir áheitanina vóru stóru skandinavisku felagsskapirnir Sex og Samfund (Danmark), Sex og Politikk (Norra), og RFSU (Svørríki), umframt altjóða felagsskapurin Amnesty International.

Føroyska abort lóggávan er ikki blivin dagførd í yvir 70 ár og er í stríð við menniskjarættinda sáttmálarnar. Seinastu árini eru tær gomlu abortlóggávunar í øllum norðurlondunum blivnar endurskoðaðar, tí mett var at tær ikki livdu upp til nútíðar gransking innanfyri heillsufrøði.

Tað er okkara sannføring at føroyska lóggávan skal dagførðast so at hon er samsvarandi við heilsufrøði og menniskjarættindi. Í skrivinum vísa vit á, at fleiri partar av núverandi lóggávu, antin eiga at vera strikaðir ella dagførdir so at teir liva upp til viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum.

Eisini heita vit á øll sum virka fyri abort, at viðurkenna viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum, og grunda teirra virksemi á tíðarhóskandi heilsufrøði.

Skrivi kann finnast á heimasíðuni Abort.fo og á Fraelsisfylking.noblogs.org/Abort.fo

Heinta skrivi her:

Heinta skrivi sum faldara her.