Hvat er tað Anarkistar vilja?

Vit vilja hava eina javna verð.
Eina verð uttan stættir, har ið øll hava møguleikan at luttaka í teimum avgerðum sum hava ávirkan á tey og har ongin sæst sum minni verdur orsakað av teirra kynssamleika, etniskan uppruna ella annað. Vit vilja hava eina verð ið lagar búskapin eftir tilfeingi hjá jørðini og ikki øvugt. Vit vilja býta alt tilfeingi út rættvíst millum fólk. Tínæst noyðist ongin at arbeiða og framleiða líka nógv sum í dag. Øll skulu hava møguleikan, at hava góða heilsu, menning og nýskapan.

Vit vilja hava eina verð, har ið øll kunnu liva frælst.

Vit eru ímóti kapitalismuni.
Umframt at hon grundar í órættvísi, so er hon ikki haldfør í longdini. Meirilutin av heimsins fólki eru í dag tvungin at selja sína arbeiðskraft fyri dagligt brey, ímeðan nøkur fá tjena pengar frá arbeiðinum hjá restini.

Vit eru ímóti nationalismu.
Einans tey sum longu sita við valdinum, hava nakað at vinna við at deila menniskju eftir landamørk. Vit ynskja ikki at kappast við nakran íbúgvara her heima ella í øðrum londum, hvørgan um tað er fyri ein føroyskan ella útlendskan ríkmann, heldur ynskja vit frælsi bæði lokalt og globalt.

Vit trúgva ikki á tingskipanina.
Eingin okkara millum fer at fáa politiska ávirkan við at luttaka á vali. Okkum tørva ikki nakran breyðpolitikkara, í bara setur sítt egið – oftast búðskaparligu – áhugamál fyrst. Hvørgan hægri ella lægri kommunuskattur fer at leiða okkum á mál. Statstvang fer ikki at loysa nakran trupulleika, hvørgan harðari straff ella økt eftirlit fer at frelsa nakran.

Vit vilja skapa eitt desentralisera samfelag.
Fræls semja millum feløg og bólkar er tann grundsteinur vit ynskja at skipa samfelagi eftir. Eitt samfelag har ið arbeiðsfólk ráðleggja síni egnu arbeiðspláss og har búðstaðarøkir, býðarøkir og landsøkir, eru rálagd undir sínum egnu íbúgvarum. Fyri at fyriteytunar fyri samstarv skulu vera frælsar, má viðurkennast at eitt umboðsfólk einans er umboðandi so leingi vit hava állit á teimun, og at eingin er føddur inn í vald.

Vit vita at tað tekur tíð at umskipa samfelagið.
Uppgávunar fyri framman eru torførar, og vit vita at teir trupulleikar vit møta ikki verða loystir yvir nátt. Kring allan heim og gjøgnum alla søgu, hava menniskja klára at samstarvast og í felag komin fram til loysnir ið hava møtt teirra broytandi umstøður.

Samfelagi er í ævigari broyting.
Samfeløg liva og broytast í takt við sínum íbúgvarum. Vit stremba eftur einum samfelagið sum støðugt umhugsar sínar egnu hugsjónur. Skipanir mugu mennast fyri betur at fordeila valdi í samfelaginum á ein rættvísan hátt.

Anarki er loysnin.
Tað er upp til okkum at loysa teir trupulleikar ið eru í okkara samtíð og at seta á stovn, tær skipanir ið vit ynskja at grunda okkara framtíðar samfelaga á. Skipanir har ið vit kunnu savnast saman, hava framtíðina í hugað, og tá tað krevst av okkum, gerða uppreistur. Anarkisman inniberð okkara felags stremban eftir tað frælsi ið ger okkum før fyri at ávirkan á okkara egna lív, og samstundis mugu vit aldrin nokta nøkrum teirra tørv og rættindi til frælsi.

Í hjartanum berða vit ein nýggjan heim!

týtt frá svenska tekstinum “Vad Vill Anarkisterna”, hjá Stockholms Anarkistiska Forening.