Eftir eitt rættiliga stilli ár í 2025 er borgarakríggið í Sýria blást upp aftur. Herurin hjá Sýrisku “Skiftisstjórnini” hevur seinastu dagarnar álopi Fólkaræðisliga Sjálvstýrið í Norður og Eystur Sýria (DAANES). 6. januar hertók sýriski herurin Sheikh Maqsoud og al-Ashrafiyah býarpartarnar í Aleppo, ið húsa stórar mongdir av innanhýsis flóttafólkum. 17. januar byrjaði sýriski herurin eina fullfíggjaða innrás móti Fólkaræðisliga Sjálvstýrinum, og hava í núverandi løtu hertikið landspartarnar Deir Hafer, Maskanah, Deir ez-Zor og Raqqa.
Sýriski herurin hevur sum lið í innrásini tikið yvir fleiri fangalegur og lati stórar mongdir av ISIS stríðsfólki leys. Í hertiknu landspartunum hevur man eisini oyðilagt fleiri minnismerkir og standmyndir til tey ið lótu lív í stríðnum móti ISIS. Sýrisk-kurdiski býurin Kobané er nú aftur undur álop, Kobané er har ið fólkaræðisligu stríðsfólkini í fyrstani vunnið á ISIS, og frígjørdu tað ið bleiv DAANES.
Ein veruligur vandi er nú fyri fleiri yvirgangsálop í Sýria og eina endurtøku av øllum ræðuleikunum sum hesin felagsskapurin er heimskendur fyri. Sýriska átrúnaðarmálaráði hevur útgivið eitt alment skriv um innrásina ið byrjar við einum ørindi í Koranini frá kapitlinum al-Anfal, ein høgravíðgongd ethnonationalistisk “Dog-Whistle”. Sipað verður við hesum til fólkamorðið ið drap yvir 180.000 kurdar sum lið í hernaðarátøkini “al-Anfal” í Irak. Í 1988 eftir at kurdiskir flokkar í Irak kravdu minnilutarættindi og sjálvstýri, leyp tann Irakiski herurin á norðurirakisku landspartarnar og hópadráp tann kurdiska minnilutan.
Vit heita øll á at gera tað tey kunnu at verja kollveltingina og fólki! Skriva til Føroya Landstýri, uttanríkismálaráðharran og politisku flokkarnar at Føroyar skal fordøma álopið á DAANES og gera sum Katalonia og viðurkenna Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria! Ert tú føroyingur í Danmark so eru mótmælistiltøk í øllum stórbýum, og tú kanst leggja trýst á ES-umboðini og flokkarnar at ES skal steðga at veita milliónir av fíggjarligum stuðul til “Skiftisstjórnina” ið verður brúkt at hópdrepa minnilutabólkar.
Innrásin kemur eftir eitt ár av miseydnaðum friðarsamráðingum millum sýriska “Skiftisstjórnina” hjá al-Jolani og umboðum frá DAANES. Nýggja sýriska grundlógin tryggjar ikki minnilutarættindi umframt at hon gevur nýggja forsetanum Jolani nærum diktatoriskar myndugleikar og stýring av landinum. Stjórnin hjá Jolani hevur eisini nokta at loyva landspartar við stórum ikki-arabiskum minnilutum at atkvøða til tað seinasta valið, so at 32 tingsessir nú standa tómir. Hettar hendi alt samstundis við at hernaðardeildir við tilknýti til tann sýriska herin hava álopi mótmælisfólk í Suwaida, Latakia and Tartous ið vóru skipað millum Alawite og Druze minnilutabólkunum í landinum.
Minnilutabólkar og fólkaræðislig rák í Sýria óttast framtíðina undur “Skiftisstjórnini”, vegna hennara høgravíðgongdu sjónarmið. Í desembur 2024 fall einaræði hjá Bashar al-Assad og høgravíðgongdi islamistiski hernaðarbólkurin Hay’at Tahrir al-Sham (HTS) tók valdi yvir Sýria og leiðarin al-Jolani bleiv forseti. Al-Jolani er upprunaliga stovnarin av al-Qaeda í Sýria og luttók í ISIS innrásini av Sýria og Irak. í 2021 eftir persónligar ósemjur innanhýsis í al-Qaeda/ISIS, broytti felagsskapurin navn til al-Nusra Front har al-Jolani var hægsti leiðari. í 2017 sameindu ein breið samgonga av høgravendum mótstøðubólkum í Sýria seg saman undur leiðsluni hjá al-Nusra og navngóvu seg Hay’at Tahrir al-Sham.
“Skiftisstjórnin” steðgaði friðarsamráðingarnar í august mánaða, eftir at umboð frá andstøðuni úr øllum Sýria savnaðust í DAANES til eina røð av ráðstevnum at umrøða møguleikarnar fyri politiskt samstarv. Ráðstevnurnar vóru ein roynd at fyribyrgja fleiri hópadráp, sum tey ið fóru fram í Suwaida, Latakia og Tartous. Umboðini heittu sýrisku “skiftisstjórnina” og friðarsamráðingarnar á at tryggja eina røð av grundlógarbroytingum ið staðfesta minnilutarættindi, rættin til sjálvstýri og ynskt var at Sýria skuldi umskipast til eina meira fólkaræðisliga konføderatión. Hettar hevði “skiftisstjórnin” ongan áhuga í, serliga tí at umboð frá Druze minnilutanum vóru við og ráðstevnurnar blivu dømdar ólógligar og brot á 10. mars avtaluna ið var eitt lið í friðarsamráðingunum.
Fólkaræðisliga Sjálvstýrið í Norður og Eystur Sýria er bjartasta fólkaræði í Vesturasia, og framgonguland fyri beinleiðis fólkaræði og kvinnufrígering um allan heimin. Høgravíðgongdur statbygnaður og herseting má ikki fáa loyvi at steðga kollveltingini!
Í Frælsisfylking Anarkistanna standa vit í samhaldsfesti við fólkinum í Sýria og teirra stríð fyri frið, fólkaræði og sjálvstýri. Vit fordøma hernaðardiktaturi hjá Jolani og HTS, ið einans er ein endurtøka av autoriteru statsskipanini hjá Assadstýrinum.
Vit heita staðiliga á føroyska samfelagið, umframt føroyskar NGOir og politiskar bólkar, um at standa í samhaldsfesti við sýriska fólkið og at stuðla teimum í at byggja eina frælsa og fólkaræðisliga framtíð. Hetta kunnu vit m.a. gera við:
At eggja føroyskar politikarar at samráðast við politiska umboðið hjá DAANES og harvið viðurkenna og stuðla teirra rætt til sjálvstýri. Júst sum Katalonia gjørdi í 2021.
At senda eina peningagávu til Kurdiska Reyða Hálvmánan og WJAS (Free Women’s Foundation in Syria). Felagsskapir ið veita neyðhjálp til túsundatals innanhýsis flóttafólk, sum beint nú flýggja úr hersetu landspartunum.
At leggja trýst á allar bólkar í Sýria um at tryggja minnilutum teirra rættindi og tryggleika.
At leggja trýst á politisku skipanina um at bjóða sýrisk flóttafólk friðskjól í Føroyum.
At leggja trýst á heimssamfelagið um at tryggja øll sýrisk flóttafólk rættin at venda heim.
At leggja trýst á Turkaland um at avtaka sína ólógligu herseting í Norðursýria.
At leggja trýst á “Ísrael” um at avtaka sína ólógligu herseting í Suðursýria.
