Samhaldsfestið við fólki í Iran! Nei til Ayatollah! Nei til Shah!

Seinastu dagarnar hava vit veri vitni til stórar mótmælisgongur kring alt Iran við slagorð sum “Deyða yvir Khamenei” og “Basij, Sepah, Islamiskur statur – tit eru øll eins!”. Umframt myndir av mótmælisfólkum ið oyðileggja tey danskt framleiddu vakmyndartólini ið Ayatollahstýri hevur sett upp seinastu árini.

Hvat byrjaði sum ein friðarlig mótmælisgonga millum Bazaar eigarar í Tehran ímóti met lága virði av Iranska gjaldoyranum, vaks yvir fáðar dagar til ein fólkaligan uppreistur ímóti sjálva statsskipanini. Hetta er fimtu ferð síðan 2017, at fólki í Iran eru talsterkt farin út á gøturnar at krevja broyting, búðskaparliga, politiskt og samfelagsligt. Uppreistarnar í 2017, 2019, 2021, 2022 hava havt við sær at stýrið hevur vaksi um eftirliti á gøtunum og harðskapin mótvegis mótmælisfólkunum.

Human Rights Activists News Agency meta at deyðstalið er yvir 500, og at meira enn 10.000 eru handtikin. Danski iranserfrøðingurin Rasmus Christian Elling skrivar á sínum sosialum miðlum:”Det er nu tydeligt at der er tale om massakrer på demonstranter. Sikkerhedsstyrkerne og Revolutionsgarden handler som var det en krig med egen befolkning.”

Um hettar ikki var ringt nokk hava “USA” og “Ísrael” troka seg inn í støðuna við hóttanum um hernaðarlig álop á landi. Ótti er fyri at hesi lond ætla at misnýta uppreiðsturin at endursstovna diktatoriska Shahstýri, ið bleiv sett av valdi við kollveltingini í 1979. Pahlavi kongafamiljan hevur einans stuðul millum mest viðgongda ethnonationalistiska og fólkamorðsstuðlandi høgravongin av Iranskum útisetum. Um hesi rák koma aftur til valdi í Iran fer tað at hava ógvusligar avleiðingar fyri stóru Kurdisku, Turkisku, Arabisku, Balokhi, og Luri minnilutabólkanar.

Eitt frælst Iran er eitt Iran uttan høgravigongdum einaráðisharrum, fólki krevja fólkaræði ikki ein nýggjan Ayatollah ella Shah! 

Í Frælsisfylking Anarkistanna standa vit í samhaldsfestið við fólki í Iran, og øll ið virka fyri einum verðuligum fólkaræði í Iran! Vit stuðla eitt desentralisera fólkaræði ið virðar sjálvræðisrættin hjá øllum samfelagsbólkum! Vit heita øll á at lesa áheitanunum frá Iranska vinstravonginum og grassrótsfelagsskapum, millum annað frá The Syndicate of Workers of Tehran and Suburbs Bus Company, The Anarchist Front, PJAk, og Collectif Roja.

Frælsi til Iran! til Balokhistan! til Luristan! og til Kurdistan!

Víðari lesnaður:

Syndicate of Workers of Tehran and Suburbs Bus Company, “In Support of the People’s Legitimate Struggle; Advancing Toward Real Freedom and Equality, Not a Return to the Past.” January 7, 2026

Anarchist Front, “Iranian anarchists: Uprising is “genuine self-organisation by ordinary people”” January 5, 2026 (https://freedomnews.org.uk/2026/01/05/iran-general-strike-genuine-self-organisation-by-ordinary-people/)

Crimethinc, “Iran: An Uprising Besieged from Within and Without”. (https://crimethinc.com/2026/01/07/iran-an-uprising-besieged-from-within-and-without-three-perspectives)