Eftir tann 26. oktobur tá hernaðarliðið “the Rapid Support Forces” (RSF) hertók býin El-Fashir í Sudan, eru yvir 2.000 íbúgvarar blivnir myrdir. Hettar hópdrápið er einans seinasta brotsverki framt móti fólkinum í Sudan av hernaðarbólkunum ið framdu statskvettið í 2021. Sameindu Tjóðir meta støðuna í Sudan vera heimsins størsta humanitera kreppa. Síðan statskvettið hava RSF og “the Sudanese Armed Forces” (SAF) stríðst um statsvaldið og dripið yvir 150.000 og tvungi meira enn 12 milliónir at flýggja úr hús og heim.
Vandið er fyri at hesi hernaðarliðini fremja fólkamorð móti minnilutabólkunum í landinum. Tað er evropeiskur stuðul ið loyvur hesum ræðuleikanum at halda áfram. Síðan 2015 hevur ES veitt yvir 200 milliónur USD til Sudan, sum lið í “the Khartoum Process”. Endamálið við hesum stuðli er at fíggja hernaðardubbinga av landamørkini og hernaðardeildunum í Sudan og forða flóttum úr Afrika at koma til Evropa. Stórsti parturin av vápnum í vera brúkt av bæði SAF og RSF eru framleidd av NATO limalondum, harumframt stóru framleiðarnar eru millum annað nábúgvaland okkara Bretland, Kanada og Turkíði.
UAE var endastøðin av yvir helvtini av øllum hernaðarútgerð ið Kanada framleiddi í 2023, ein hernaðardubbing upp móti virði av 1.04 milliardir USD. Vápnini blíva síðan seld víðari til hernaðardeildinar í Sudan gjøgnum UAE sum millumlið. Eftur statskvettið hevur UAE uppkeypt stórar partar av landbúnaðinum í Sudan og innflutt yvir 46 tons av gulli úr Sudan við stuðul frá stýrinum hjá RSF. Umframt alt hetta, hevur RSF hjálpt UAE og “Ísrael” við at trena líknandi antidemokratiskar hernaðardeildir í Yemen og Gasa.
UAE og Evropeiska háborgin er tískill samsek støðuni í Sudan! Evropeiskið flóttapolitikurin drepur ósek fólk! Tøgnin viðvíkjandi Sudan í Føroyum og Vesturheiminum botnar í rasismu. Vit mugu gera upp við antiarabiska, antisvarta og antimuslimska rasismuna í okkara samfelagið, nærumhvørvi og vinarløgum.
Í samrøðu við kammeratar okkara í og úr Sudan, heita vit øll á at seta seg inn í støðuna og søguna í Sudan. Stríði millum SAF og RSF er ikki eitt borgarakrígg, tað er ikki eitt etnisk stríð, tað er eitt krígg ímóti fólkaræðisligu kollveltingina sum fór fram í landinum í 2018 – 2019. Kollveltingin hevði við sær at einaræðisharrin Al-Bashir misti valdi í Sudan. Al-Bashir er ákærdur fyri Darfur fólkamorði 2003, men hóðast hettar hevur hann samstarva við og fingið fígging frá ES, UAE og “Ísrael.
Í 2019 framdu hernaðarleiðarir úr RSF (Hemedti) og SAF (Al-Burhan) eitt statskvetti móti kollveltingini og fólkaræði, og tóku yvir stýri á landinum. Hópdráp av mótmælisfólk byrjaðu stutt aftaná í Khartoum. Nýggja hernaðarstýri var manna av herðovastum ið høvdu havt tætt tilknýti til Al-Bashir og fyrrverandi einaræði. Stuðul frá ES og einaræðisharrunum í Egyptalandi og UAE loyvur herðin at fremja áhaldandi álop á fólki og mótmælisfólk.
Í februar 2023 undurskrivaðu samstýri millum Hemedti og Al-Burhan “the Abraham Accords” við vón um økt samstarv við “Ísrael” og Amerika at køva ynski hjá fólkinum í landinum. Samstarvið við “Ísrael” hevur havt við sær øktan innflutning av hernaðarútgerð fremleitt í hersetta Palestina. Síðan apríl sama ári hava Hemedti og Al-Burhan stríðst sínamillum við endamál at tryggja sær sjálvum einaræði yvir valdið og nátúrtilfeingi í landinum.
Vit mugu krevja at øll søla av hernaðarútgerð til Sudan, og UAE endar í stundini! Føroyar skal leggja trýst á Bretland um at steðga vápnasøluna til Sudan og UAE! Vit mugu skipa fyri boykott av øllum vørðum frá UAE! Og vit mugu enda høgraviðgongda flóttapolitikin í evropa! Føroyar skal ganga á odda og bjóða seg fram at taka ímóti flóttum úr Sudan!
Í Frælsisfylking Anarkistanna standa vit í samhaldsfesti við fólkið í Sudan, við “the Resistance Commitees”, og við kravið um eina fólkaræðisliga kollvelting í Sudan!
Hjálp okkum at hópfíggja grasróta og anti-kríggj aktivismu í Sudan við at senda pengar til “the Sudan Solidarity Collective” á heimasíðu teirra.
https://www.sudansolidarity.com
