Triði hvør íbúgvi í Gasa er dripin

Tvey ár eru liðin síðan “Ísrael” fór undir at etniskt útreinsa Gasageiran. Mett verður at lágmarki av deyðum palestinum vegna hesum áhaldandi fólkamorðinum er upp ímóti 680.000.

Í 1967 leyp “Ísrael” á síni grannalond við tí endamálið at víðka um síni landamørk og at herseta nýtt land fyri sionistiskar búðsetingar. Gasa fall saman við Vestara Áarbakka, Golan Heyggjunum, Al Quds, Sheba landspartinum og Sinai Hálvoyggjuni. Íbúgvanir livdu síðan undur einari apartheid hernaðarlóg og snarliga spruttu “ísraelskar” búðsetingar upp. Eftir áhaldandi fólkaliga mótstøðu móti apartheidskipanina bleiv búðsetingarætlanin í Gasa niðurløgd og í 2005 var Gasa umskipa til eina ghetto ið skuldi vera heimsins størsta fongsul. Íbúgvarnir skuldi nú kollektivt revsast og disiplinerast fyri at hava framt mótstøðu móti “ísraelsku” hersetingini. 

Hetta kom samstundis við nývalinum í palestinska sjálvstýrinum, og eftir at konservativi loysingarflokkurin Hamas vann tað mest demokratiska valið í Vesturasia nakrantíð í 2006. Hóast royndir frá øllum síðum í Palestina at skipa eina demokratiska stjórn í heimastýrinum tvørturum flokkarnar, so miseydnaðust samráðingarnar aftaná at Mahmoud Abbas og tað “ísraelskt” ásetta Palestinian Authority framdu eina kvettroynd móti sameinda Hamas-Fattah stjórnini í 2006.

í 2007 koyrdi “Ísrael” alt Gasa á ein “klænkikost”. Innflutningurin av mati til ghettoðina bleiv við hesum skert soleiðis at einans lívsneyðuga kaloriu mongdin fyri íbúgvaratalið slapp inn. Fólkið skuldi aftur kollektivt revsast fyri at hava valt ein mótstøðuflokk ið “Ísrael” ikki dámdi. ES og “USA” tóku lut í hesum og ásettu órímiligar búðskaparligar avmarkingar á Gasa longu í 2006. Men ikki einans skuldi fólkið svøltast, áhaldandi skuldi lívsneyðuga undirstøðukervi sláðast niður sum var tað gras. Hettar hendi Í 2008, 2012, 2014, 2018, 2021 og 2022 tá “Ísrael” hernaðarliga fór inn í Gasa.

7. oktobur, 2023 hendi tað ið øll væntaðu. Eftir eitt áratíggju av ávaringum frá serfrøðingum kring allan heimin, so brutu fólkið í Gasa út úr fongslinum. Nokk var nokk. Talsfólk fyri ikki voldligari mótstøðu í Gasa vóru øll myrd undur álopunum seinastu árini, ella høvdu mist vónina eftir “ísraelsku” hópdrápini av teimu friðarligu mótmælisfólkunum í tí stóru heimgonguni í 2018-2019.

Ghetto uppreisturin í 2023 byrjaði tá mótstøðu samgongan the Joint Operations Room í Gasa brutu hol á ghettomúrin. Al Quds Flóðin av frælsistríðsfólk og sivil fólk høvdu við sær at palestinar fyri fyrstu ferð síðan 1948 sóu heimbýgdir sínar. Hvat ið hendi sum lið í stríðnum 7. oktobur er ringt at siga enn í dag. “Ísrael”, hevur noktað øllum sjálvstøðugum granskarum atgongd til, so alt vit hava at fara eftir eru “ísraelskar” hernaðarkeldur. 6000 palestinar skulu sigast at hava farið yvir um markið, millum hesi vóru yvir 2000 sivil. Í bardøgunum blivu yvir 1600 palestinar dripnir og 150 tiknir sum gíslar og vit vita enn ikki í dag hvat býti av hesum vóru stríðsfólk ella sivil. Samtíðis lótu beint undur 1200 “ísraelar” lív, uml 800 sivil og 400 stríðsfólk, samt umleið 250 gíslar.

Sum vit skrivaðu longu 8. oktobur 2023, so var Al Quds Flóðin ein byrjan á einum nýggjum tíðarskeiði. “Ísraelska” hjálandastýrið var ikki ein háborg uttan veikleikar. Palestinska frælsisstríðið kundi fyri fyrstu fer frígera landspartar og sivilfólk kundu venda heim aftur úr útlegd, um so einans í eina stutta løtu. Ein vón um eitt lív uttan “ísraelska” hernaðarlóg, uttan apartheid, uttan átvungnan “klænkikostnaða” flóðaði ígjøgnum palestinska samfelagi í Gasa, í Vestara Áarbakka, í Al Quds, og teimum mongu flóttalegunum kring Vesturasia.

Hendan vónin um eitt virðiligt lív, um eitt demokratiskt samfelag, har ið palestinar og “ísraelar” liva síð um síð uttan apartheid og hernaðarlóg, var ein hóttan fyri “ísraelska” apartheid samfelagið. Ikki longur var tað nokk við “klænkikostnaða” og at sláa grasi, gneisturin ið vónin hevi kynt mátti oyðast,áðrenn hann kundi blíva ein verðuleiki. Tann endaliga loysnin á “Palestinska Trupulleikan” mátti setast í verk. Gasa skuldi veltast, ikki eitt palestinsk grassstrá skuldi verða eftir. Frá kollektivari revsing, til kollektivan deyðstraff.

Í minsta lagið 680.000 palestinar í Gasa hava síðan latið lív í hesum fólkamorðinum. Men vit mugu ikki loyva okkum at missa vónina um eitt frælst Palestina, um eina fullkomna avtøku av apartheidskipanini. Vit mugu stríðast á fyri eitt virðiligt og frítt Palestina! Fólkamorðið má koma at enda, og krígsmaskinan, ið loyvir hesum, má avtakast. 

Palestinar hava uppiborðið at vit stríðast, at vit gera alt vit kunnu, at vit steðga okkara vanliga lívið, steðga okkara vanligu samfelagsviðurskifti, og eskalera. Í Italia hava størstu fakfeløgini sett í verk aðalverkfall fyri Gasa, og í øllum grannalondum okkara eru dagligar aktiónir móti hernaðarídnaðinum. Palestine Action í Bretlandi hevur víst okkum á hvussu stóra ávirkan vit kunnu hava, og í hesum døgum hópfongslar bretska stýrið aktivistar fyri at gera teirra medmenniskjaliga skyldu!

Í Frælsisfylking Anarkistanna er okkara sannføring at í eini støðu sum tann palestinska er tað neyðugt at øll finna saman um eitt felagsstríð. Frælsisstríðið. Okkara samhaldsfestið við Palestina grundar tí á The Palestinian National Charter so sum tað bleiv viðtikið í 1968, vit viðurkenna ikki Oslo Accordina sum umboðandi tað palestinska fólkið, og avnokta dagførðingina av skjalinum ið fór fram sum lið í hesum. “Tvey-stats loysnin” er ein kolonial lygn, ið einans kann elva til meira deyða og stríð í Vestaurasia. Vit viðurkenna palestinska rættin ífylgi altjóða lóg til vápnaða mótstøu móti “Ísrael” so leingi palestinska fólkið er rænt teirra rætt til sjálvræði og eitt virðiligt lív. 

Vit stuðla ongum flokki ella felagsskapi, ið ynskir at taka statsvald, men viðurkenna PLO sum tídningarmiklasta umboð hjá palestinska fólkinum í stríðinum móti hersetingina og apartheidskipanina. Vit fordøma øll ið ímynda sær ein “Day after” í Gasa uttan PLO og ørkymlast um at hesin felagsskapurin sum nú er yvirtikin av Mahmoud Abbas og hansara “ísraelskt” ásetta Palestinian Authority. 

Vit heita á øll í Palestina samhaldsfestisrørsluni at stríðast fyri eina demokratiska umskipan av PLO ið samsvarar við the Cairo Declaration og National Conciliation Document of the Prisoners. Eitt umskipa PLO ið umboðar allar flokkar í Palestina er einasta vónin fyri eina alneyðuga demokratiska umskipan frá “ísraelskum” apartheidstýrinum og til eitt frælst Palestina innanfyri 1967 landamørkini við Al Quds sum høvðusstað.

Sum frælsistríðsfólk í Evropeisku háborgini mugu vit eskalera okkara samhaldsfesti, vit mugu steðga krígsmaskinuni og liva upp til okkara skyldu ífylgi altjóða lóg. Vit mugu gera alt vit kunnu fyri at føroysku sendistovurnar í “Ísrael” og “USA” vera niðurlagdar í stundum! So leingi “Ísrael” enn ólógliga hersetur Palestina mugu øll politisk, mentanar og búðskaparbond kvettast við “Ísrael” og “USA”. Allir føroyskir búðsetar í søguliga Palestina og hersetta Sýria mugu flyta út í stundum ella fáa revsitiltøk júst sum tey í fluttu til Sýria at liva undur stýrinum hjá ISIS! 

So leingi “USA” veitur fíggjarligan stuðul til “ísraelska” herðin og nýtur sítt ST-veto at verja fólkamorðið mugu vit í Føroyum gera okkara part. Inn- og útflutningur ímillum Føroyar og “USA” og “Ísrael” má steðga í stundini, og føroyingar mugu boikotta “ísraelskar” og “amerikanskar” vørður. Sama er galdandi fyri hjálandaveldi okkara Danmark, so leingi danska stjórnin noktar at steðga F-35 útflýggingina til “ísrael”, og  danskar fyritøkur flyta stórsta partin av hernaðarlutum til apartheidstatin, so má ríkisumboðið sendast heim, og sendistovan í Keypmannahavn skal alt sum eitt steðga samstarvið við danska statin.

Vit krevja og heita øll á at gera tað tey kunnu fyri at:

1) At Føroyar niðurleggur sendistovurnar í “Ísrael” og “USA” nú!

2) At Føroyar kvettur øll politisk, búðskaparlig og mentanarlig samstørv við “Ísrael” og “USA” nú!

3) At Føroyar setur í verk revsitiltøk ímóti allar føroyskar búðsetar í “Ísrael” og ólógligum búðsetingum í hersettu økjunum, júst sum Danmark settið í verk revsitiløk ímóti tey ið fluttu til ISIS stýrd øki.

4) At Føroyar sendur danska ríkisumboðið út úr landinum, og setur politisk trýstátøk í verk so leingi Danmark luttekur í at framleiða og útflýggja F-35 lutir til “ísrael”, og so leingi danskar fyritøkur flyta hernaðarlutur til “ísrael”.

5) At Føroyar alment viðurkennur fólkamorðið í Palestina og livur upp til sína altjóða skyldu.

Vit endurgeva eisini krøv okkara frá 8. oktobur 2023. Tey eru júst líka átrokandi í dag sum 2 ár síðani:

1. Vit eggja øllum frælsistríðsfólk at stuðla tað palestinska frælsistríðið!

2. Vit eggja allar progressivar rørslur í Føroyum og umheiminum at viðurkenna palestinum rættin til sjálvræði og sjálvstøðu!

3. Vit fordøma litaða miðla umrøðuna av støðuni hjá palestinum, ið noktað at varpa ljós á palestinska veruleikan.

Frælsi til Palestina! Frá á til hav!

Loysing og Intifada nú!