Eftir eitt rættiliga stilli ár í 2025 er borgarakríggið í Sýria blást upp aftur. Herurin hjá Sýrisku “Skiftisstjórnini” hevur seinastu dagarnar álopi Fólkaræðisliga Sjálvstýrið í Norður og Eystur Sýria (DAANES). 6. januar hertók sýriski herurin Sheikh Maqsoud og al-Ashrafiyah býarpartarnar í Aleppo, ið húsa stórar mongdir av innanhýsis flóttafólkum. 17. januar byrjaði sýriski herurin eina …
Category Archives: General
Samhaldsfestið við fólki í Iran! Nei til Ayatollah! Nei til Shah!
Seinastu dagarnar hava vit veri vitni til stórar mótmælisgongur kring alt Iran við slagorð sum “Deyða yvir Khamenei” og “Basij, Sepah, Islamiskur statur – tit eru øll eins!”. Umframt myndir av mótmælisfólkum ið oyðileggja tey danskt framleiddu vakmyndartólini ið Ayatollahstýri hevur sett upp seinastu árini. Hvat byrjaði sum ein friðarlig mótmælisgonga millum Bazaar eigarar í …
Continue reading “Samhaldsfestið við fólki í Iran! Nei til Ayatollah! Nei til Shah!”
Ísland: 1 út av 10 av viðmerkingum á facebook innihalda haturstalu móti qveerfólki
Ein nýggj frágreiðing, sum var útgivin í Íslandi vísur at haturstala, stigmatisering og polarisering móti qveer minnilutabólkum í landinum eru vaksandi. Átakið Nordic Safe Cities í samstarv við menniskjarættinda ráðið hjá Reykjavík kommunu hava tikið stið til frágreiðingina. Her hava tey millum annað granskað Facebook viðmerkingar og funni at 9,4% av viðmerkingunum innihalda haturstalu. Hettar …
Nýggja abortlóggávan er ein sigur fyri kropsligt sjálvræði!
Hósdagurin var ein gleðisdagur. Abortrørslan og kropsliga sjálvræði í Føroyum hevur vunni sín fyrsta sigur! Takk til øll ið hava virka fyri at menna rættin til kropsligt sjálvræði, og øll ið hava stríðst móti kynskúganini í Føroyum. juli 2026 kemur nýggja abortlóggávan í gildi og við hesum verður rætturin til fría abort fram til 12. …
Continue reading “Nýggja abortlóggávan er ein sigur fyri kropsligt sjálvræði!”
Samhaldsfesti við Sudan krevur at vit gera okkara part!
Eftir tann 26. oktobur tá hernaðarliðið “the Rapid Support Forces” (RSF) hertók býin El-Fashir í Sudan, eru yvir 2.000 íbúgvarar blivnir myrdir. Hettar hópdrápið er einans seinasta brotsverki framt móti fólkinum í Sudan av hernaðarbólkunum ið framdu statskvettið í 2021. Sameindu Tjóðir meta støðuna í Sudan vera heimsins størsta humanitera kreppa. Síðan statskvettið hava RSF …
Continue reading “Samhaldsfesti við Sudan krevur at vit gera okkara part!”
Islamofobi og konspiratiónsteoriir: Tveir føroyingar í samrøðu við ytsta høgravongin
12. og 14. juni 2025 vitjaðu tveir føroyingar eitt tjald á donsku oyggjuni Bornholm við heitinum “Frihedens Station”. Sjúrður Skaale og Heini í Skorini vóru bjóðaðir av ein av fremstu konspiratiónsfelagsskapum í norður evropa, at umrøða vandan ið Islam og muslimar hava á samfelagi bæði innan- og uttanifrá. Á facebook síðu Javnaðarfloksins á fólkatingi er …
Triði hvør íbúgvi í Gasa er dripin
Tvey ár eru liðin síðan “Ísrael” fór undir at etniskt útreinsa Gasageiran. Mett verður at lágmarki av deyðum palestinum vegna hesum áhaldandi fólkamorðinum er upp ímóti 680.000. Í 1967 leyp “Ísrael” á síni grannalond við tí endamálið at víðka um síni landamørk og at herseta nýtt land fyri sionistiskar búðsetingar. Gasa fall saman við Vestara Áarbakka, Golan Heyggjunum, Al Quds, Sheba landspartinum og Sinai Hálvoyggjuni. …
Trygg abort er lívbjargandi heilsurøkt!
Í dag er 28. Septembur, Heimsdagur fyri Trygga Abort. Ein dagur við tí endamálið at savna alla rørsluna fyri fría abort kring allan heimin undur somu slagorðum. Í ár er hetta “Trygg Abort er Lívbjargandi Heilsurøkt”. Í abort.fo hava vit síðan 2023 virka útfrá tætt slektaðu slagorðunum “Frí Abort Bjargar Lív”, tí at tað er …
Lóggávan skal loyva fría abort til og við 18. viku — sum minimum!
Lóggávan skal loyva fría abort til og við 18. viku — sum minimum! Eitt fleirtal av føroyingum stuðla í dag eina dagførðing av abortlóggávuni, so at frí abort verður loyvd til og við 12. viku. Hettar vísur ein kanning frá Spyr.fo, ið kom út fyrr í septembur, og sama dag almannakunngjørdu løgtingslimir at broytingar uppskotið ið fall í 2024 verður …
Continue reading “Lóggávan skal loyva fría abort til og við 18. viku — sum minimum!”
Abort.fo
Í dag hevur átakið Abort.fo útgivið nýggja skrivið ABORT.FO: Ein tíðarhóskandi abortlóggáva, sum viðger tørvin á eina dagførðing av føroysku abortlóggávuni. Abort.fo er eitt átak til at kunna um abort viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum, ið blivu dagførd í 2022. Her umframt er Abort.fo ein pallur sum hevur sum endamál at savna saman røddir ið virka …
