Lóggávan skal loyva fría abort til og við 18. viku — sum minimum!

Lóggávan skal loyva fría abort til og við 18. viku — sum minimum! Eitt fleirtal av føroyingum stuðla í dag eina dagførðing av abortlóggávuni, so at frí abort verður loyvd til og við 12. viku. Hettar vísur ein kanning frá Spyr.fo, ið kom út fyrr í septembur, og sama dag almannakunngjørdu løgtingslimir at broytingar uppskotið ið fall í 2024 verður …

Abort.fo

Í dag hevur átakið Abort.fo útgivið nýggja skrivið ABORT.FO: Ein tíðarhóskandi abortlóggáva, sum viðger tørvin á eina dagførðing av føroysku abortlóggávuni. Abort.fo er eitt átak til at kunna um abort viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum, ið blivu dagførd í 2022. Her umframt er Abort.fo ein pallur sum hevur sum endamál at savna saman røddir ið virka …

Fornøvn.fo

Sjálvboðin qveer fólk hava útgivi eina nýggja heimasíðu Fornøvn.fo ið hevur sum endamál at vera ein miðil fyri at umrøða og útbreiða føroyskan málburð ið er kynsumfevnandi og kynsneutralt. Heimasíðan er ein føroysk útgáva av Pronouns.page, og kollektivið sum stendur aftanfyri er “Ráðið fyri nevtralt mál”. ið er skipað á einum demokratiskun hátti ið tey …

Kríggj er vanvirðing av lívum

Kríggj er vanvirðing av lívum. – Nordahl Grieg  Vit fordøma álopini hjá Amerika og tí Sionistiska stýrinum og teirra oyðingarverkætlan í Vesturasia*. Vit fordøma alla krígsførslu.  Tá ið lond kríggjast er tað fólkið ið doyr. Tá ið lond hernaðardubba er tað vælferðin ið líður. Vit í Frælsisfylking Anarkistanna eru ímóti allari krígsførslu og hernaðardubbing. Seinasta hálvtannað árið hava vit verði vitni til ein brádligan vøkstur í oyðingarverkætlanini hjá Vesturheiminum.Verkætlanin hevur havt við …

Aldrin aftur fólkamorð! Nakbaðin má koma at enda!

Í dag er Yawm al Nakba – Vanlukku Dagurin-. Tað eru nú 77 ár síðani ein av ógvusligastu brotsverkunum ímóti mannaættini hendi; stovnanin av sionistiska apartheidstatinum og tann áhaldandi etniska útreinsanin og týningin av palestinska upprunafólkinum ið vit enn bera vitni til í dag. Nakbaðin byrjaði langt áðrenn 15. mai 1948. Men hesin dagurin er blivin ein minningar- og mótmælisdagur, ið krevur at vit sum heimssamfelag …

Góðan Heimsdag móti Abortstigma

28. mars bróta vit abortstigma saman, so at vit saman kunnu byggja ein heim har ið øll hava fría atgongd og rætt til virðiliga abortrøkt. Kom við og: 💚 Tosa opið og frítt um abort—Abort er vanlig. 💚 Set teg upp móti misupplýsingar & stigma við brúk av fakta. 💚 Lyft upp lokalt samskipaða abortrøkt. …

Føroyar eigur at viðurkenna Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria.

Føroyar eigur at viðurkenna Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria. Frælsisfylking Anarkistanna heitir á allar politiskar flokkar og felagskapar í Føroyum, at viðurkenna Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria (DAANES). Síðan endan á ræðinum hjá Bashar Al-Assad í desembur, hevur Sýria verið í einari betri, men eisini meira óstøðugari støðu. Føroyar hevur nú …

Neyðhjálp til Norður og Eystur Sýria.

Neyðstøðan í norður og eystur Sýria er versna og tørvurin á bráðfeingis neyðhjálp er alstórur, eftir seinastu vikunum av stríði aftaná falli av einaræðinum hjá Bashar al-Assad. Inflatiónin í landinum er meira enn tvífalda og fleiri ganga nú uttan mat og heilivág. Stríðið seinastu vikurnar hevur elvt til at meira enn 120.000 flóttafólk eru rýmd …

Ein bólkur við tilknýti til ISIS hevur yvirtikið Aleppo og stórar partar av Sýria

Ein bólkur við tilknýti til ISIS hevur yvirtikið Aleppo og stórar partar av Sýria Tann 8. desember fall einaræðið hja Bashar Al-Assad. Hetta var samstundis endin á 54 ára langa stýrinum hjá Al-Assad familjuni. Stjórnarfallið var úrslit av einum samskipaðum álopi, framt av ymiskum sýriskum andstøðuherliðum.  Talan er um eina altjóða politiska stórhending, sum markerar …

Hugsjónin ið vann á ISIS — hví heimsdagurin fyri bøkur Öcalans hevur týdning

Innrásin hjá ISIS í Sýria vendi í 2014, tá kurdisku bólkarnir YPG (Fólkaverndarliðini), og YPJ (Kvinnuverndarliðini) vunnu stríðið um býin Kobané. Kurdisku verndarliðini frælstu síðani stórar partar av norður og eystur Sýria frá valdsharradøminum hjá ISIS. Hesu nývunnu landspartanir funnu síðani saman undir heitinum Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria, stytt DAANES. DAANES var …