Altjóða dagur móti Islamofobi: Islamofobi er sýra ígjøgnum samfelagi.

Í dag er altjóða dagur móti Islamofobi. Um ársskifti 2025-2026 blussaði ein ógvuslig anti-muslimsk hets upp um alt landið, tá føroyskar miðlar boðaði frá eini skráseting av einum felagsskapi fyri muslimar í Føroyum. Ein almenn propagandaøsing fylgdi, sum lið í eini stórpolitiskari roynd at avmarka trúar og savningarfrælsi hjá føroyskum muslimum. Ógvuslig dømi eru frá muslimum ið høvdu tilknýti til skrásetta felagsskapin og upplivdu hóttanir og sjikanu, talgilt, telefoniskt og í dagligdegnum. Her ímillum av fólkavaldum politikarum sum Sjúrður Skaale. Vit mugu viðurkenna at rasisma er ein rótfestur partur av føroyska samfelagnum ið vit mugu koma til lívs.

Í 2022 viðtók Sameindu Tjóðir at 15. mars er Altjóða dagur móti Islamofobi. 15. mars er ársdagurin fyri terror álopi í Christchurch í 2019, tá tvær moskur í Nýsælandska býinum vóru álopnar av einum vápnaðm etnonationalisti. Í yvirgangsatsóknini vóru 51 muslimar ið vóru farin til fríggjadagsbøn dripin og 89 afturat vóru særd. Yvirgangskroppurin kom úr sama viðgongda, islamofobiska konspiratiónsteoretiska umhvørvinum sum Anders Breivik. Í fjør skrivaðu vit eina grein um tætta sambandi millum ymiskar føroyskar politikarar og samfelagsdebatørar og tey somu konspiratiónsteoretisku rákini ið hevur elvt til fleiri islamofobisk hópdráp kring heimin.

Islamofobi hevur støðugt veri vaksandi í øllum heiminum, ikki minst Evropa og Føroyum, síðani 1980’ini. Ógvuligastu dømini á hettar eru áhaldandi hópdrápini og royndirnar at etniskt útreinsa muslimskar fólkabólkar kring heimin. Bosniska fólkamorðið í 1992-1995 er seinasta fólkamorði í Evropa. Serbiskir etnonationalistar hópdrópu bosniskar muslimar, løgdu bygdir teirra í oyði og royndu alt ið teir megnaðu at hvørva allar leivdir av muslimskari mentanarsøgu í landinum. Men hettar er ikki eitt einadømi, í 2016 byrjaði tað enn áhaldandi Rohyngiska Fólkamorðið í Myanmar og í 2023-2026 hava vit øll veri vitni til beinleiðis stroymda fólkamorðið í Gasa.

Støðan í Danmark

Støðan í Danska kongaríkinum er í hesum samanhanginum serliga ørkymlandi. Í áratíggju hevur Danmark veri ein av framgongulondunum innan viðgongdan og rasistiskan immigratiónspolitik. Danmark verður støðugt flokka saman við tey strengastu londini innan immigratións og integratións politik í Evropa, av t.d. The Migrant Integration Policy Index (MIPEX), The Global Citizenship Observatory Citizenship Law index (CITLAW) og The Civic Integration Policy Index (CIVIX). Umframt at Danmark er týdningarmiklasti miðdepilin fyri útbreiðsluna av islamofobiskum konspiratiónsteoriðum í øllum Evropa.

Rasudiskriminerandi politikkur og islamofobiskar meiningar eru dominerandi yvir alt tað parlamentariska spektrumi. Etnonationalisma, konspiratiónsteoriðir og antitilflytara populisma eru meginreglurnar innan vanligu politisku ástøðini í Danmark í dag. Hettar harkar aftur til “avdemoniseringini” og mentanarskiftinum á ytsta høgravonginum í 1970’inum. Í Danmark kom hettar til sjóndar við Mogens Glistrup og hansara nýnationalistiska flokk Fremskridtspartiet, við prestunum Søren Krarup og Jesper Langballe í leiðsluni av kristnafundamentalistiska ráki Tidehverv og Javnaðarpopulistanir við borgarstjóra Per Madsen í Ishøj á odda.
 
Í dag er so at siga einki rák ella nakar flokkur eftir ið setur spurnartekin við hendan ógvusliga høgravenda politikkin. Úr Fremskridtspartiet og Tidehverv hava vit fingið rák sum Danskernes Forening, Dansk Folkeparti, Nye Borgerlige, Danmarksdemokraterne, Pegida og Trykkefrihedsselskabet. Hesi hava tætt samstarv við fasistisk og nýfasistisk rák sum Generation Identitær, Den Nordiske Modstandsbevægelse og Aktiv Club. Í 2019 vann javnaðarpopulisman endaligan sigur tá Mette Frederiksen yvirtók floksleiðsluna og kristinkonservativ nýnationalisma útskifti javnaðarhugsjónina sum savnandi ideologiska stevnuskrá flokksins. 

Seinasta ári hava hesi rák heimtiki hugsjónina um “remigratión” frá týsku høgravíðgongdu bróðrum teirra AFD. Nú er talan um eina fullbyrgdiga etniska útreinsan av “ikki-vestligum” og muslimskum borgarum blivin naka ið “herr og fru danmark” umrøða kring spísiborði. Ein kanning frá donsku konservativu netavísini Weekendavisen vísur at 24% av danum vilja etniskt útreinsa danmark fyri muslimar og at 31% vilja bannað Islam, sjálvt um bæði hesi høvdu veri brot á grundlógina og menniskjarættindasáttmálarnar.

Einastu flokkarnar ið víkja frá hesum høgraviðgongda rákinum eru teir lítlu andstøðuflokkanir Enhedslisten, Alternativet og Radikale Venstre. Hesir flokkar halda enn fast við hugsjóninum um tað liberala fólkaræði, menniskjarættindi og multikulturalismu ið spratt upp aftaná annan heimsbardagi. Men kanningar vísa at sjálvt hesir flokkar halda seg aftur frá at tosa ímóti harrenda autoritera assimilatións politikkin hjá hinum flokkunum. 


Rættarstøðan í Danmark

Í yvir 30 ár hava aktivistar og serfrøðingar innan rasismu, rættartrygd og høgraradikalismu ávara um gongdina hjá Danmark. Menniskjarættindafelagsskapir hava áhaldandi víst á at Danmark ikki einans fremur brot á altjóða og evropeisku menniskjarættindasáttmálarnar ið landið hevur undirskriva, men at støðan versnar ár fyri ár.

ST nevndin fyri at gera enda á rasudiskriminatión (CERD) og Rasismunevndin hjá evroparáðnum (ECRI) hava gjørt vart við, at danska lóggávan er strukturelt diskiminerandi og býtir samfelagið í tveir bólkar, har ið nøkur hava meira rættindi enn onnur einans orsaka teirra etniska upphav. Hetta  sæst aftur í  “Ghetto/Parallelsamfunds” lóggávuni, sum bólkar borgarar í antin “vestlig” ella “ikke-vestlig”. Í desembur 2025 dømdi EU-dómstólurin at lóggávan ger mismun.

ST nevndin ímóti pínslu (CAT), Refugees Welcome DK og Dignity DK hava leingi ávara um umstøðunar í donsku “Udlændingecentre” og “Udrejsecentre” ið Danmarks Fængsler umsitur. CAT hevur viðmælt stórar umskipanir av millum annað “Ællebæk Udlændingecenter” og “Kærshovedgården Udrejsecenter” eftir sum at umstøðurnar ikki liva upp til “Sáttmálan móti píning og aðrari ræðuligari, ómenniskjasligari ella mannminkandi viðgerð ella revsing”. Donsku pínslulegurnar í Ællebæk og Kærshovedgården hava havt stóra ávirkan yvir alt Evropa og í fjør viðtók Ísland at byggja eina líknandi pínslulegu.

Í hesum samanhangi bleiv javnaðarmaðurin og Justistsministari Nick Hækkerup spurdur í 2020 av DR um CAT viðmælini og um ætlan var at fyribyrgja at har frameftur fóru at vera pínslulegur í Danmark. Svar hansara ljóðaði soleiðis: “Grundlæggende kommer vi til at blive ved med at have et center som Ellebæk, som ligner et fængsel, og hvor det ikke skal være rart at være. Dem der opholder sig der, skal motiveres til at rejse ud af Danmark.”

Alt hettar hevur við sær at støðan og virðingin fyri altjóða menniskjarættindasáttmálunum er á einum met lágum støði. Seinastu árini hevur ein samgonga av nýnationalistiskum og populistiskum flokkum í Evropa funni samman um at seta fram eitt broytingaruppskot fram at vikna evropeiska menniskjarættindasáttmálan. Javnaðarpopulistarnir Mette Frederiksen og Keir Starmer saman við høgraviðgongda nýnationalistin Giorgia Meloni ynskja við hesum at styrkja rættindini hjá Evropeisku londunum at pína flóttar og tilflytarar. Serliga er tað teirra ynski at býta samfelagið upp í tvey, at byggja konsentratiónslegur inni í Evropa umframt at útveita píningina til lond sum Rwanda og Kosovo ið er grundarlagi fyri broytingar uppskoti av Evropeiska menniskjarættindasáttmálanum.

Danska almannahugsanin


Gransking vísur at tað ið ávirkar almannahusanina um tilfytarar, flóttafólk og muslimar í høvuðsheitinum ikki er veruleikin og fakta, men heldur miðla- og parlamentariska umrøðanin av hesu minnilutabólkunum. Tað vil siga at tað er fordómar, diskriminatión og hatursbrotsverk ímillum fólk sum spegla tann politiska veruleikan í Danmark og ikki fakta.

Tvær kanningar hjá Danmarks Videnscenter for Integration og Aalborg universitet ið komu út í 2021 og í 2025, vísa á at 52% av danum meta at “Tilflyting er ein hóttan á donsku mentanina”. 88% av teimum ið vóru kritisk mótvegis tilflyting meta at integratiónin gongur verri enn hon faktisk ger. Kanningin hugdi eftir hvussu tey efturspurdu meta gongdina av integratión á 6 ymiskum økjum: starvseting, útbúgving, kriminalitet, stuðul til fólkaræði, rættin at velja sín egna partnara og javnrættindini at arbeiða fyri bæði menn og kvinnur. 

Tað sum er afturgangandi í kanningunum er at líkamikið um man er jaligur ella neiligur mótvegis tilfyting so meta øll at hon gongur verri enn hon ger. Hettar vísur á at fordómar eru gjøgnumgangandi yvir alt samfelagið, ikki einans á høgravonginum. 75% av danum meta at integratiónin gongur verri enn hon veruliga ger og einans 10% høvdu eina nøkulunda rætta meting av støðuni. Eisini var víst á at jú jaligari eina fatan man hevur um tilflyting jú tættari er mann uppá veruleikan.

Eitt annað ið kanningin vísur, er at um ein er meira jaligur ella neiligur mótvegis tilflytarum hongur saman við tilknýti til nýnationalistiskar og populistiskar flokkar. Jaligar meiningar vóru mest umboðaðar millum Enhedslisten, Alternativet og Radikale Venstre. Hettar samsvarar við líknandi kanningum ið áhaldandi vísa á at danskarir, serliga ungir menn, eldri og fólk uttanfyri stórbýirnar meta integratiónina ganga nógv verri enn hon veruligani ger. Talið av ikki-vestligum tilfytarum og muslimum verður eisini áhaldandi mett at vera tvífalda tað veruliga tali.

Upplivað Islamofobi

CERD, ECRI og Center For Muslimers Rettigheder i Danmark hava áhaldandi heitt Danmark á at innførða eina handlingsplan ímótir rasismu, ið leggur serligan dent á anti-muslimska og islamofobiska rasismu. Felagsskapirnir óttast hvussu áhaldandi og vanligt tað er fyri muslimar í Danmark at uppliva diskriminatión og rasismu, millum annað frá politikarum, flokkum og felagsskapum ið fáa almennan stuðul.

Eftir innrásina í Gasa og fólkamorðið ímóti Palestinum byrjaði í 2023 hevur har veri ein øgiligur vøkstur av islamofobiskari diskriminatión, haturstalu og hatursbrotsverki í øllum Evropa. Áðrenn 7. oktobur 2023 søgdu yvir 50% av muslimskum og 84% av minnilutaetniskum danskarum seg hava veri útsett fyri diskriminatión, og í 2022 vóru helvtin av øllum skrásettum átrúnaðarligum hatursbrotsverkum hjá donsku løgregluni rættaði ímóti muslimun. Millum 2022 og 2024 er talið av øllum skrásettum hatursbrotsverkum tvífalda.

Hóast hettar er tað veruliga talið nokk nógv hægri. Ein frágreiðing frá Center For Muslimers Rettigheder i Danmark (CEDA), vísur á at 88% av muslimum, ið hava veri útsett fyri islamofobiskum hatursbrotsverkum aftaná 7. oktobur 2023, hava ikki melda hettar til løgregluna. CERD, ECRI, CEDA, Institut for Menneskerettigheder og Amnesty International hava áhaldandi viðmælt at danska løgreglan skal blíva betur til at skráseta hatursbrotsverk, og at óviljin at betra um hesar umstøður hevur vikna áliti hjá etniskum og átrúnaðarligum minnilutum á rættarskipanina. í 2023 vísa tøl frá Institut for Menneskerettigheder at 29% av minnilutaetniskum danskarum hava uppliva at løgreglan hevur steðga tey einans vegna teirra etniska upphav, í øðrum orðum rasuprofilering.

Haturstala á netinum er ein alsamt vaksandi trupulleiki sum í stóran mun rakar minnilutar. Í Frælsisfylkingini hava vit fyrr tosa um hvussu ógvuslig støðan á Facebook er í Íslandi. Gransking hjá ST og Amnesty International vísur á at hettar ikki er eitt isolera fyribrygdi. Í Danmark vísur gransking hjá Trygfonden at tá talan er um haturstalu á Facebook mótvegis etniskum og rasialiseraðum bólkum eru 84% av tí rætta eftir fólki úr Vesturasia, meðan tá tað snýr seg um átrúnaðarligar bólkar er 92% rætta eftir muslimum. 

Institut for Menneskerettigheder vísa á at á arbeiðsmarknaðinum mugu minnilutaetniskar kvinnur í Danmark senda 18% fleiri umsøknir áðrenn tær fáa teirra fyrstu starvssamrøðu og fyri tær ið ganga við hijab er talið heilt uppi á 60%. Rasistisk haturstala og diskriminatión eru dagligdagsupplivingar hjá flestu tilfytarum og muslimum í Danmark, bæði á arbeiðsmarknaðinum, á netinum, í vælferðarskipanini og í rættarskipanini. Hettar hevur álvarsamar ávirkanir á samfelagið og viknar fólkaræði. Haturstala vaksur um sjálvsensur millum minnilutar og minkar um teirra luttøku í samfelaginum.

Hettar ávirkar ikki einans vaksin, ein kanning um happing í fólkaskúlanum frá Børns Vilkår og Institut for Menneskerettigheder vísur á at rasisma trívist sera væl í skúlanum. Danska kanningin vísur á at í 6. til 9. klassa uppliva 56% av børnum við “ikke-vestlig baggrund” happing vegna sín etnisitet og 19% ella hvørt fimta barn hava uppliva rasistiska umtalu frá sínum lærara. CEDA vísa eisini á at høgraviðgongdir politikarir sum nýfasistiski Rasmus Paludan regluliga fyriskipa mótmælir uttanfyri fólka- miðnámsskúlum og bókasøvnum, har ið børn og ung útsetast fyri haturstalu.


Í Føroyum

Kl. 11:35 17. desembur 2025 legi Dimmalætting út eina grein á Facebook um at ein felagsskapur var skrásettur av nøkrum muslimum í Føroyum. Greinin var grundað á almenna skrásetingina av felagsskapinum og valdi at endurgeva nevndina við fullum navni og skrásetta bústað. Einans fáar tímar seinni, kl. 17:41 mátti miðilin taka persónsupplýsingarnar úr greinini eftir at tey vóru eftirspurd at gera hettar, tí at rasistiski ágangurin digital, telefoniskt og persónliga var so stórur.

Tó tók miðilin onga ábyrd fyri at hava elvt til hesa øsingina og endurgevingina av nøvnunum. Bæði uppsløgini eru millum mest deildu og viðmerktu uppsløgunum hjá Dimmalætting á Facebook í langa tíð. Størsti parturin av øllum viðmerkingunum innihalda ógvusliga, niðrandi og hatursfulla talu rætta eftur muslimum og tilflytarum, men Dimmalætting hevur onga roynd gjørt at tálma tónan.

Í einum lesarabrævi 25. januar 2026 fegnaðist Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, um mongdina av anti-muslimskum viðmerkingum á Facebook kjaktráðunum. Sjálvt sami politikari hevur síðan 7. oktobur 2023 veri millum fremstu føroysku politikarinir at breiða islamofobiskar konspiratiónsteoriir, og hevur eitt tætt samband við mest víðgongda islamofobiska høgravongin í Danmark og Evropa.

Eftir greinina hjá Dimmalætting hevur føroyski høgravongurin við Javnaðarflokkinum á odda elvt til eina ógvusliga hets ímóti muslimska minnilutanum í Føroyum. Sjúrður Skaale hevur beinleiðis eggja til at skerja menniskjarættindini hjá øllum búgvandi muslimum í Føroyum. Sjúrður við stuðul frá Fólkaflokkinum og Bárður á Lakjuni tala nú fyri einum moskuforboði í Føroyum. Miðflokkurin við Jenis av Rana á odda royna at skriva seg inn í hesa verkætlanina við at eggja løgmann og landsstýri um at kanna løgfrøðiligu møguleikarnir at frátaka muslimskum borgarum teirra trúar- og savningarfrælsi.

Tann vaksandi anti-palestinska rasisman í Føroyum er eisini ræðandi. Síðani 1990’ini hevur Kristna Sionisman, ein høgravíðgongd rasistisk ideologi breitt seg vítt um í Føroyum. 7. oktobur 2023 byrjaði eitt fólkamorð í Gasa og politikarar og felagsskapir við tilknýti til hesa ideologi hava heiðra terror álop móti sivilum og vanligagjørt fólkamorðsavnoktan. 26. januar 2026 útgav Jenis av Rana, formaður fyri kristnafundamentalistiska flokkinum Miðflokkurin eitt lesarabræv. Í skrivinum áleggur hann ein bólk av pro-palestinskum mótmælisfólki fyri at verða “óndskapur” framdur av “óføroyingum” og “muslimum”.

Anti-palestinsk rasisma er eisini blivin brúkt ímóti Altjóða degnum til minnis av Holocaust, hvørs endamál er at fremja kunning ið grundar á altjóða lóg og menniskjarættindasáttmálunum, um hvussu vit fyribyrgja fólkamorð í okkara samtíð. Rasistisk mótstøða frá nøkrum av fyriskiparunum við stuðlandi ágangi frá sionistisku felagsskapunum í Føroyum hevur tømt dagin fyri sítt innihald. 

Eitt annað dømi er “Øll á vaglið fyri Palestina” samhaldsfestistiltakið ið var fyriskipa av okkum, tann 5. novembur 2023. Her møtti eitt stórt mótmælistiltak upp ímóti okkara tiltak, við endamál at kvirra pro-palestinska tilveru í Føroyum. Her bleiv anti-palestinsk og anti-muslimsk rasisma prædika frá talarastólinum, og tað palestinska fólkamorðið bleiv heiðra sum vónin um ein endaligan “Siður yvir Islam”. Okkara tiltak bleiv enntá tikið niður av Facebook og eingin við tilknýti til okkara vanga hevði lov at leggja út naka nýtt tiltak allan novembur mánaða. Fyritøkan Meta, ið eigur Facebook, er áhaldandi blivin kritisera av menniskjarættindafelagsskapum fyri at kvirra og sensurera aktivismu um t.d. Palestina og Abort. 

Tað er okkara niðurstøða at rasisma, serliga anti-muslimsk og islamofobisk rasisma, er sera rótfest bæði í Føroyum og Danmark. Haturstala, rasisma, diskriminering og antidemokratisk samfelagssrák sýrar gjøgnum føroyska samfelagið.



Átøk mugu setast í verk at koma hesum til lívs. 

Okkara áheitan til Føroya Løgting, Landsstýri og tey fólkavaldu: tit mugu seta í verk:


1) Ein ætlan fyri landið ímóti rasismu, ið leggur serligan dent á at fyribyrgja antimuslimska rasismu og diskriminatión. Ætlanin skal gera greitt hvussu Føroya Landsstýri ætlar at arbeiða ímóti Islamofobi, strukturella diskriminatión og rasuprofilering í Føroyum.

2) At hvør einstakur politikari viðurkennur trupulleikan við rasismu og islamofobi og leggja serligan dent á at fyribyrgja islamofobi og koma hesum fyribrygdinum til lívs í ætlanini móti rasismu.
 
3) Eina granskinga verkætlan um islamofobi og rasismu í Føroyum, við fokus á hvussu islamofobi breiður seg, kemur til kennar, grundarlagið og ávirkanin á tað føroyska samfelagið. Granskingin skal hava sum endamál at avdúka hettar mest møguligt, harafturat hvar í samfelaginum islamofobi trívist. Samtíðis skal øll aktuell gransking um islamofobi og rasismu bædi í Føroyum og altjóða kortleggjast á føroyskum. 

4) Føroyar skal seta í verk øll átøk neyðug fyri at undirskriva ST sáttmálan: “Sáttmálin um at verja rættindi hjá øllum gestaarbeiðarum og familjulimum teirra”.

Áheitan til føroya fólk, vit mugu skapa broyting nú!:

1) Vit mugu styrkja búfólkaræði! Uttanum parlamentarisk, flokksóheft búfólkaráð og aktivistar hava fleiri støð í Evropa veri millum mest ágrýtnu felagsskapunum at steðga rasismu, diskriminatión og tryggja betur almen lívskorð í grannalagnum. Í Danmark hevur Almen Modstand staði á odda í stríðinum ímóti “Ghettoloven”.

2) Vit mugu styrkja verkafeløgini! Rasudiskriminatión á arbeiðsmarknaðinum, ójøvn lønarviðurskifti og lóggávur um arbeiðsloyvi og innflyting eru øll amboð ið arbeiðsgevaraveldi nýtir at mergsúgva meira vinning frá arbeiðarunum. Sterk arbeiðarafeløg tryggja tey bestu viðurskiftini fyri øll verkafólk í Føroyum at trívast. Tú hevur meira til felags við tilfytaran á arbeiðsplássinum enn við stjóran!

3) Vit mugu styrkja antirasistiska aktivismu í dagligdegnum! Vit mugu tora at “oyðileggja tann góða tónan” og siga frá tá ið vit síggja mismun ella hoyra eitt vinfólk ið skemtar rasistiskt.

4) Styrkja røddina hjá tilfytarum og etniskum minnilutabólkum! Spyr inn til umstøðurnar hjá tínum starvsfelagi, prát við tey og lurta. Stuðla teimum djørvu einstaklingunum ið taka stig til at stovna felagsskapir og umboða seg í almennu samrøðini.

Samhaldsfesti er okkara besta vápn ímóti rasismu! Saman byggja vit eina framtíð uttan hatur og mismun!




keldulisti :

Alesina, A. et al. (2023) Immigration and Redistribution. The Review of economic studies. [Online] 90 (1), 1–39.

Amnesty International: HAD SKADER – 22 ÅRS RETSPRAKSIS PÅ STRAFFELOVENS § 266 B 

Amnesty International: YTRINGSFRIHED OG SELVCENSUR

Bakkær Simonsen, K. (2020) ‘Immigration and Immigrant Integration Policy: Public Opinion or Party Politics?’, in Jørgen Elklit et al. (eds) The Oxford Handbook of Danish Politics. [Online]. Oxford University Press. p.

Blinder, S. & Schaffner, B. F. (2020) Going with the Flows: Information that Changes Americans’ Immigration Preferences. International journal of public opinion research. [Online] 32 (1), 153–164.

CEDA: “Islamofobi i Danmark efter den 7. oktober 2023

Den offentlige debat på Facebook. En undersøgelse af danskernes debatadfærd, Institut for Menneskerettigheder

Dinesen, P. T. et al. (2020) Ethnic Diversity and Social Trust: A Narrative and Meta-Analytical Review M Levi & NL Rosenblum (eds). Annual review of political science. [Online] 23 (1), 441–465.

Electronic Frontier Foundation. Stop Censoring Abortion: The Fight for Reproductive Rights in the Digital Age

ETNICITET OG MOBBEDYNAMIKKER SKOLEBØRNS OPLEVELSER, Institut for Menneskerettigheder og Børns Vilkår

ETNISK PROFILERING, HOVEDRESULTATER FRA TRE UNDERSØGELSER, Institut for Menneskerettigheder

EUROPEAN ISLAMOPHOBI REPORT 2024, ISLAMOPHOBIA IN DENMARK NATIONAL REPORT 2024, Jinan Hammoude

European Union Agency for Fundamental Rights’s report: ”Being Muslim in the EU – Experiences of Muslims”

HERDA, D. (2010) HOW MANY IMMIGRANTS? FOREIGN-BORN POPULATION INNUMERACY IN EUROPE. Public opinion quarterly. [Online] 74 (4), 674–695.

Herda, D. (2015) Beyond innumeracy: heuristic decision-making and qualitative misperceptions about immigrants in Finland. Ethnic and racial studies. [Online] 38 (9), 1627–1645.

Herda, D. (2025) Population Innumeracy and Anti-Immigrant Violence: The Case of South Africa. The International migration review. [Online] 59 (3), 1127–1155.

Human Rights Watch. Meta’s Broken Promises, Systemic Censorship of Palestine Content on Instagram and Facebook

Institut for Menneskerettigheder: REGISTRERING AF HADFORBRYDELSER SKAL STYRKES

KVINDER MED TØRKLÆDE, TI KVINDERS ERFARINGER MED ARBEJDSMARKEDET, Institut for Menneskerettigheder

Lutz, P. & Bitschnau, M. (2023) Misperceptions about Immigration: Reviewing Their Nature, Motivations and Determinants. British journal of political science. [Online] 53 (2), .


Nielsen, R. S. H. et al. (2025) The Link Between Individual Predispositions and Misperceptions About Immigrants: Insights From Denmark. Scandinavian political studies. [Online] 48 (3), .

Oplevet etnisk diskrimination i Danmark, Institut for Menneskerettigheder

RIGSPOLITIET, Hadforbrydelser 2024, Rigspolitiets opgørelse over hadforbrydelser


Trygfonden: Angreb og had i den offentlige debat på Facebook 2025


United Nations, A/HRC/46/58, Recommendations made by the Forum on Minority Issues at its thirteenth session on the theme “Hate speech, social media and minorities”


https://www.dr.dk/nyheder/politik/justitsminister-om-tortur-kritik-der-skal-ikke-vaere-rart-vaere

https://integration.drc.ngo/bliv-klogere/videnscenterforintegration-dk/hver-anden-dansker-mener-at-indvandring-udgor-en-alvorlig-trussel/

https://integration.drc.ngo/bliv-klogere/videnscenterforintegration-dk/danskerne-tror-integrationen-gar-meget-vaerre-end-i-virkeligheden/

https://danwatch.dk/en/eu-countries-violate-human-rights-to-keep-refugees-and-migrants-out

https://dimma.fo/grein/vilja-gera-muslimskan-depil-i-foroyum

https://dimma.fo/grein/agangurin-var-so-storur-at-vit-matti-sletta-novnini

https://dimma.fo/grein/nogvir-danir-vilja-senda-muslimar-ur-landinum

https://www.weekendavisen.dk/samfund/over-graensen

https://www.information.dk/debat/2026/02/kalder-ice-ogsaa-danske-myndigheder-haarde-metoder-migranter