Ein nýggj frágreiðing, sum var útgivin í Íslandi vísur at haturstala, stigmatisering og polarisering móti qveer minnilutabólkum í landinum eru vaksandi. Átakið Nordic Safe Cities í samstarv við menniskjarættinda ráðið hjá Reykjavík kommunu hava tikið stið til frágreiðingina. Her hava tey millum annað granskað Facebook viðmerkingar og funni at 9,4% av viðmerkingunum innihalda haturstalu.
Hettar samsvarar við aðrar gransking í Íslandi sum millum annað vísa at triði hvør qveer næmingur følir seg ótryggan í skúlanum vegna sín samleika. Tølini vísa at hóast Ísland løgfrøðiliga stendur á odda innan qveerrættindi so er verðuleikin í gerandisdegnum ein annar. Lógarbroytinganar aleina betra hvørgan qveer trívsul, tryggleika ella heilsu og megna ikki at forða fyri ella steðga haturbrotsverk.
Qveer tilverða í Íslandi er enn sera stigmatisera. Serligani uppliva kynsminnilutar sosiala útihýsing, haturstalu og ágang bæði á netinum og í gerandisdegnum. Hettar samsvarar við støðuna í øllum hinum norðurlondum, har anti-qveer retorikkur og felagsskapir eru vaksandi. Rákið er eisini at síggja heima í Føroyum.
Sosial átøk mugu setast í verk fyri at tryggja rættin hjá qveerfólki til eitt trygt og virðiligt lív. Vit kunnu ikki vera nøgd við stiðvísar lógarbroytingar, vit tørva umfevnandi sosiala broyting. Frágreiðingin úr Reykjavík hevur nøkur ítøkilig viðmæli, ið vit sum ein qveerstríðsfelagsskapur taka undur við. Hesi eru:
1) At røkka út til qveerfólk á netinum og at menna platformar á netinum. Her meta vit Fornøvn.fo at vera eitt frálíkt føroyskt dømi uppá hvussu hettar kann skipast.
2) At miðlar, felagsskapir og flokkar á sosialu miðlunum menna betur siðreglur fyri viðmerkingar og blíva betur at modera haturstalu.
3) Qveer umboðsfólk í skúlunum, at tryggja inklusjón og at arbeiða ímóti diskriminering.
4) Samfelagið tørvar ítøkiliga tilbúgving og kunning um haturstalu. Øll í samfelaginum mugu vera kunnaði um eyðkennini av haturstalu.
5) Sjónlig og positiv umrøða á sosialu miðlunum. Vit sum almen fólk mugu gera okkara part at vísa qveerfólkum stuðul og gleði á netinum og í gerandisdegnum.
Saman skapa vit eitt trygt samfelag fyri øll. Alt ger mun, sjálvt nakað so lítið sum eitt klisturmerki á telduni ella telefonini ið vísur at tú ert ein stuðul, at deila eitt uppslag hjá LGBT+ Føroyar, ella at taka samrøðuna upp millum familju ella vinfólk ger mun.
Vit mugu beina burtur ómenniskjaliggerandi og patologiserandi málsbrúk, tað vil siga at vit mugu konfrontera fólk tá tey tosa um tvørkynd ella ikki-biner sum sálarlig sjúk ella sum minni enn menniskja, djór ella ting.
Vit mugu tilbúgva okkum ímóti pseudovísindaligum hugsjónum, sum tildømis bineru kynsfatanina. Haturstala ið noktar at virða tvørkynd ella noktar teirra tilverðu má steðga. Serliga transfobisk álop á børn og ung ið uppliva dysfori, og á teirra rætt til røkt og eitt virðiligt lív.
Haturstala hevur sum endamál at stigmatisera og plága qveerfólk, at útihýsa tey sosialt, at nokta teimun heilsufrøðiligar og samfelagsligar tænastur og at rættvísgerða kúgandi kynseftirlit av øllum kvinnum og kynsminnilutabólkum.
Samfelagið má broyta hesa kós! Vit mugu avstigmatisera qveersamleika og tilveru!
Antitransfobisk aktión NÚ!
