Hósdagurin var ein gleðisdagur. Abortrørslan og kropsliga sjálvræði í Føroyum hevur vunni sín fyrsta sigur! Takk til øll ið hava virka fyri at menna rættin til kropsligt sjálvræði, og øll ið hava stríðst móti kynskúganini í Føroyum.
juli 2026 kemur nýggja abortlóggávan í gildi og við hesum verður rætturin til fría abort fram til 12. viku viðurkendur við lóg. Fyri tey flestu hevur hettar við sær at abort í Føroyum verður meira atkomulig, og uttan tann ótryggleikan og óttan ið kemur við hóttanini um fongsling.
Abort er vanlig og náttúrlig og eingin lóg kann steðga henni. Nýggja lóggávan er eitt stórt stið á røttu leið, men langt frá tíðarhóskandi. Abortrætturin er enn sera løgfrøðiliga avmarkaður og lóggávan er stigmatiserandi, kriminaliserandi og medikaliserandi.
Í Abort.fo eru vit enn langt frá mál. Tað er okkara ásanning at Føroyar tørva eina tíðarhóskandi lóggávu. Ikki eina lóggávu sum øll heilsumálaráðini í nábúgvalond okkara meta vera heilsufrøðiliga óforsvarliga. Abortstríðið heldur áfram! Sum ein feministiskur felagsskapur er okkara endamál ikki einans at heita á politikaraveldi, men at styrkja kroppsliga sjálvræði og undirstøðukervi hjá kvinnum og kynsminnilutum! Umframt at virka fyri at tryggja at øll hava fría kunning og atgongd til abort. Tað er í hesum samanhangi at abort.fo er sett í verk og at vit útgóvu grundskjal okkara “Ein tíðarhóskandi abortlóggáva”.
Til tín ið er uttanfyri mørkini á nýggju lógini og tørvar abort, vit eru her fyri teg. Eingin skal bera byrðuna av eini abort einsamøll. Abort í útlegd er tíðanverri enn ein veruleiki fyri túsundatals evropear. Serliga úr londum uttan fría abort ella londum ið einans loyva abort fram til 12. viku. Tíðanbetur hava vit eitt sterkt undurstøðukervi av feministiskum trygdarskipanum ið stuðla og fíggja øllum evropeum, eisini føroyingum, ið uppliva avmarkingar á teirra abortærttindi. Abortion Support Network er ein av hesum trygdarskipanum. Tey stuðla í miðal 6 einstaklingum um vikuna, við at fáa eina abort. Tey hava eisini gott samstarv við aðrar trygdarskipanum í londum við meira tíðarhóskandi lóggavum. Ein av teimum er Abortion Network Amsterdam í Niðurlondunum, har rætturin til fría abort er fram til 24. viku. Hevur tú tørv á stuðul ella fígging til eina abort eftur 12. viku? Til at ferðast í útlegd? ella at gjalda fyri heilsutænastuna? So eru tey her fyri teg! Meira kunning er at finna á heimasíðu teirra asn.org.uk ið eisini er at finna á heimasíðu okkara abort.fo
