12. og 14. juni 2025 vitjaðu tveir føroyingar eitt tjald á donsku oyggjuni Bornholm við heitinum “Frihedens Station”. Sjúrður Skaale og Heini í Skorini vóru bjóðaðir av ein av fremstu konspiratiónsfelagsskapum í norður evropa, at umrøða vandan ið Islam og muslimar hava á samfelagi bæði innan- og uttanifrá.
Á facebook síðu Javnaðarfloksins á fólkatingi er eitt videobrot frá 12. juni. Sjúrður Skaale fólkatingslimur var bjóðaður at hava eina samrøðu við Morten Messerschmidt, formaður í Dansk Folkeparti. Her skuldu teir kjakast um hvussu teir fyrihalda seg til “Munich taluna” hjá varaforsetanum í USA, J.d Vance og “Europas ‘indre fjender”.
Tað er danski felagsskapurin Trykkefrihedsselskabet, ið fyriskipar Frihedens Station. Á heimasíðu teirra var tiltakið lýst sum eitt kjak sum umrøðar: “Hvorfor afviser stort set alle europæiske ledere Vances kritik og hans opfordring til at skue indad og tage et opgør med ‘De Indre Fjender’ i form af værditab, masseindvandring og begrænsning af ytringsfriheden i Europa?”
Næst á skrá 14. Juni var tað Heini í Skorini, ein afturvendandi gestur hjá Trykkefrihedsselskabet. Hann var bjóðaður at umrøða bókina hjá sær, ið er ein roynd at kortleggja eina størri muslimska konspiratión at burturbeina talufrælsi og upplýstu virðini í ST og hvussu framgongdin av menniskjarættindum er ein partur av hesum trupulleika.
Hvat er Trykkefrihedsselskabet?
Í 2004 stovnaðu Lars Hedegaard, Søren Krarup og Jesper Langballe Trykkefrihedsselskabet. Felagsskapurin var eitt mótsvar til avgerðina hjá rithøvundafelagsskapurin PEN at nokta Lars Hedegaard limaskab vegna rasistiska og konspiratiónsteoretiska aktivismu. Í 2001 útgav Hedegaard bókina “I krigens hus”, ið endurgav “Eurabia” konspiratiónsteoriðina á donskum. Og síðan 2003 hevur hann verið mettur at verða ein av undangongumonnunum í útbreiðsluni av Islamofobi í norðurlondum.
Antifasistiska granskarakollektivi Redox.dk, meta Trykkefrihedsselskabet at vera ein av týdningarmiklastu felagsskapunum á ytsta høgravonginum í Danmark. Í 2009 stovnaði Trykkefrihedsselskabet ein altjóða felagsskap the International Free Press Society (IFPS), ið er av fremstu útbreiðarunum av “Eurabia” konspiratiónsteoriðina í øllum Evropa, og tað politiska ráki “Counter-Jihad”. Lars Hedegaard, Eurabia og fleiri nevndarlimir í “the Board of Advisors” hjá IFPS vóru afturvendandi keldur fyri íblástur í terror manifestinum hjá Anders Breivik sum framdi ein av deyðligastu terroratsøknunum í Evropa.
Grundstøðið hjá báðum feløgunum er tað ið eitur “ytringsfrihedsfundamentalisme” ella “Motkulturell ytringsliberalisme”, ein hugsjón við tættum tilknýti til ytsta høgravongin. Endamálið hjá hesum felagsskapunum er at avtaka lóggávur, ið tey meta verða til ampa fyri tað óavmarkaða talufræsinum. Millum hesar straffilóggávur eru §140 (blasfemigreinin) ið bleiv ógilda í 2017, §266b (rasismugreinin) og §110e (Koranloven).
Síðani 1970’ini hava vit sæð eina stóra broyting á ytsta høgravonginum. Gamla fasisman hevur umskipa ella “av-diabolisera” sítt ummæli til tað vit í dag kenna sum tann populistiska nýnationalisman ella “The New Right”. Á odda fyri hesum stóðu heimspekingar so sum Alain de Benoist, Guillaume Faye, Samuel Huntington og Bernard Lewis. Ein av týdningarmiklastu stigunum í hesi umskipan var at tosa um mentanarrøkt heldur enn rasurøkt, stríð millum mentanir heldur enn millum rasur. Samsvarandi umorðingar av gomlum konspiratiónsteoriðum hevi við sær at vit fingu systkinakonspiratióninar “Eurabia” og “The Great Replacement”.
Danmark hevur leingi staðið á odda tá tað kemur til høgraviðgongda populismu og konspiratiónsteoriir. Nýnationalisman kom til landi í tveimum, fyrst við Mogens Glistrup, ið stovnaði Fremskridtspartiet í 1972. Flokkurin – saman við norska Fremskrittspartiet – eru millum fyrstu dømini í Evropa á nýtsluni av hesi konspiratiónsteoriini í politikki. Næst eru tað prestarnir og systkinabørnini Søren Krarup og Jesper Langballe, ið síðan 60’ini høvdu staðið fremst at ávara um eitt stríði fyri donsku mentanina. í 1984 yvirtóku teir leiðsluna av kristnufundamentalistisku rørsluni Tidehverv, og í 1986 stovnaðu teir nýnationalistiska aktivist felagsskapin “Komiteen mod Flygtningeloven”. Sama ári stuðlaðu teir stovnsetanina av “Den Danske Forening” og limaðu seg inn ári eftur.
í 1995 limaðu fleiri fólkatingslimir hjá Fremskridtspartiet seg úr flokkinum at stovna ein nýggjan flokk. Dansk Folkeparti, og her løgdu Søren Krarup og Jesper Langballe til rættis ideologisku dagskráðina hjá flokkinum. Eftur at teir máttu lima seg úr “Den Danske Forening” í 2002 vegna islamofobisk úttalilsi, so stovnaðu teir í 2004 Trykkefrihedsselskabet saman við einum triða limi av Dansk Folkeparti. Lars Hedegaard.
Hvat er Eurabia?
“Eurabia” og “The Great Replacement” er ein konspiratiónsteori, ið uppstóð á ytsta høgravonginum í 1970’inum. Tað sum eyðkennur hana eru trý ástøði. Tann fyrsta er hóttanin uttanifrá. Ein ótti at “kristna” evropeiska mentanin er í hált við at blíva útskift við eina fremmanda mentan, oftast ein “muslimsk” mentan. Hettar er ein trupulleiki tí nýnationalisman sigur at tað eru einans hesar evropeisku mentaninar, ið kunnu rúma og umboða tað ið man nevnur fyri vestlig virðir sum tildømis fólkaræði, talufrælsi, trúðarfrælsi v.m. Tað næsta er hóttanin innanifrá. Multikulturalisman, ið uppstóð eftur seinna heimsbardaga og tey liberalu og vinstravendu politisku rákini. Menniskjarættindi, lóggávur ið verja minnilutar og loyva tilflutning tvørturum landamørk er tað í liggur til grundar fyri hesi útskifting. Tað síðsta er hetjan, tey fáu ið síggja hesa hóttanina og tosa at multikulturalismuni og tilflutning. Hettar eru teir nýnationalistisku og populistiski aktivistanir, ið verja “fólki” og mentanina frá “Islam”, “Islamismu”, “politiskum Islam”, og teimum “multikulturellu”, teimum “vinstravendu” og teimum “naivu”.
Orði “Eurabia”, er ein samanblanding av evropa og arabia, og hevur sum endamál at fáa lesaran at óttast eina framtíð har ið Evropa er “arabisera” ella “islamifisera”. Navnið bleiv popularisera eftur úgevingini av eini bók við sama heiti hjá Swiss-”Ísraelska” rithøvundunum Bat Ye’or (Gisèle Littman). Síðan 1970’ini hevur Littman útgivi pseudo-vísindaligar greinar um hesa konspiratiónsteoriina. Hon er ein av mest grundleggjandi heimspekingunum hjá islamofobiska høgravonginum, serliga “Counter-Jihad” ráki.
Littman og fleiri aðrir “Eurabia” rithøvundar so sum Robert Spencer hava tætt tilknýti til Serbisk og Lebanesisk kristin-nationalistisk rák. Hópadrápini og fólkamorði av muslimum í Lebanon í 1980’ini og Bosnia í 1990’ini eru ofta nevnd sum neyðug átøk at steðga “islamifisering”. Í teirra royd at rættvísgera hesi álop so verður Islam og muslimsk mentan ofta samanlkna við totaliterar hugsjónir so sum fasisman, nazisman og soviet kommunisman. At hettar rák síðan hevur elvt til fleiri terror álop móti muslimskum og vinstravendum fólki kring allan vesturheimin er ein beinleiðis fylgja av hesi samanlíkning. Og tað er eisini hví í dag tað er sjálvt sama rák ið er fremst í samfelaginum at verja tað “Ísraelska” fólkamorði av palestinum í Gasa seinastu árini.
Aftur til telti í Bornholm
12. Juni. Báðir fólkatingsliminir Sjúrður Skaale frá Javnaðarflokkinum og Morten Messerschmidt frá Dansk Folkeparti sita í teltinum Frihedens Station. Orðstýrari er Aia Fog, forkvinna hjá Trykkefrihedsselskabet, ein felagsskapur stovnaður av kjarnulimum í Dansk Folkeparti. Evni hendan dagin er “’De Indre Fjender’ i form af værditab, masseindvandring og begrænsning af ytringsfriheden i Europa?”, í øðrum orðum næsta ástøði í “Eurabia” konspiratiónsteoriini.
Sjúrður Skaale byrjar samrøðuna við at leggja fram sína lýsing av nationalismu. Skelkaður yvir at orðið ‘etnonationalisma’ verður brúkt negativt, í kritikki av “Ísrael”, so sigur Skaale at ein statur skal vera “En kultur, et sprog, en historie, en identitet og så en juridisk ramme rundt om det.”. Hettar er Nýnatioanlisma, tað ið eykennur hana í mun til “vanliga” nationalismu er ein fatan av einum einsartaðum samfelagi, uttan fjølbroytni. Nýnationalisma er ímóti einum liberalum demokratiið, har ið øll hava javnrættindi óansæð mentan, trúgv ella upphav, og stýra samfelagið saman. Heldur talar Skaale fyri einum ethnokratiið, eitt mentanarstýri har ið fólk mugu inordna seg eina ávísa mentan fyri at fáa rættindi og sleppa at luttaka í stýringini av landinum.
Tað átti tí heldur ikki at komi óvart á nakran, at Sjúrður Skaale sigur at hansara fyrsti tanki tá hann bleiv bjóðaður til tiltaki var eitt sitat úr bókinið “underkastelse” (fransk: Soumission) hjá franska rithøvundinum Michael Houellebecq. Skaldsøgan er ein kend útlegging av “The Great Replacement”, ein konspiratiónsteori ið rithøvundurin alment tekur undur við. Houellebecq hevur seinastu árini heiðra viðgongd høgravend rák, millum annað “White Supremacy” ráki í USA og eggja franskmenn at vápna seg og fremja eina “umvenda Bataclan”, á moskur og kaffistovur við muslimskum eigarum. Bataclan skipar til terror álopi í Fraklandi, har ið islamistiskir yvirgangsmenn álopu eitt sjónleikarhús við sama navni.
“Når man importerer en masse mennesker med et andet værdisæt end det som staten er satt for at beskytte, så eroderer [samfundet]”, soleiðis bindur Skaale hansara nationalismu definatión og “Eurabia” saman. Hann heldur áfram og sigur at har er eitt tilætla ideologisk endamál aftanfyri tilflutningin til evropa. Skaale meinar at tað er ómøguligt at nokta at fyrrverandi einaráðisharranir Muanmar Gaddafi, Bashar al-Assad, Putin og kongahúsi í Saudi Arabia hava eitt felags “ideologiskt” endamál at yvirtaka evropa við tilflutningi av muslimum. “Putin og Bashar al-Assad bombede Syrien med det formål at skabe en flygtningekrise, som skulle strømme ind over Europa. Det var en slags Al-Aqsa Flood”.
Skaale heldur áfram at stórar partar av Evropa nú hava mist sína mentan og at evropeiska upprunafólki er blivi heilt útskift, í øðrum orðum “The Great Replacement” er eydnast. Hettar er ein “politisk forbrydelse” ið hann ákærur Angela Merkel og politisku elituna í Evropa fyr at hava framt tá tey loyvdu muslimskum tilfytarum at flyta inn í fyrstanini. Umframt óttast Skaale at “Det kan jo ske igen” at muslimar sita við valdi í evropa, ein ávísing til at muslimskar kongafamiljur sótu við valdi í suðurevropa í miðøldini. Men loysnin í okkara tíð kann ikki verða tann sama sum tá, aftur ein ávísing til miðøldina tá kristnu krossferðinar hópdrópu og etniskt útreinsaði stórar partar av suðurevropa. heldur er tvangs integratión einasta loysnin á “civilisationskampen”. Hann takkar síðani Dansk Folkeparti fyri at hava broytt hugburðin um tilflutarar í danska javnaðarflokkinum. Undur leiðsluni hjá Mette Frederiksen hevur flokkurin síðan 2019 kúvent teirra útlendingapolitik so hann samsvarar við nýnationalistiska ráki og tann politikk ið Søren Krarup og Jesper Langballe fingu á dagskrá í Dansk Folkeparti.
Hesin dagurin í teltinum er ikki einasta dømi á samstarv millum Javnaðarflokkin og ytsta høgravongin í Danmark. Serliga eru teir báðir Sjúrður Skaale og Morten Messerschmidt sera tættir hesar dagar. 30. mars 2024 hevur Skaale lagt út á sína facebook síðu eina talu í Fólkatinginum, við einum orðaskifti teimum ímillum, um hóttanina ið muslimski minnilutin í landinum hevur á samfelagið. 29. juli legði Messerschmidt eina mynd út á sína facebook síðu har teir báðir halda Ólavsøku saman, og har sum hann brúkar føroyska samfelagið sum eitt retoriskt vápn at tala fyri einum nýnationalistiskum útlendingapolitiki.
Konspiratiónin fær eina akademiska hvít vaskingin
14. juni, er tað Heini í Skorini ið skal hava eina framløgu um sína bók, og aftur er tað Aia Fog ið er orðstýrari. Í Skorini tosaði um sína bók ”Kampen om Ytringsfriheden”, ið kortleggur hansara egnu útgávu av “ytringsfrihedsfundamentalisme”. Hann hevur fleiri ferð sjálvur sagt at hansara áhugi í talufrælsi stavar frá einum aktivistiskum ynski at verja rasistiskar úttalisur so sum Muhammad tegninganar.
Bókin hjá Í Skorini snýr seg um “The Organization of the Islamic Conference” (OIC), og hvussu felagsskapurin gjøgnum árini hevur roynt at innførða altjóða lóggávur ið eru til ampa fyri óavmarkaðum talufrælsi. OIC er ein samgonga millum muslimsk limalond í Sameindu Tjóðum, samgongan hevur áhaldandi staði til máls fyri konspiratiónsteoretikarum ið royna at knýta blasfemi- og rasismugreinar til eitt størri stríð um talufrælsi. Til dømis í 2011 útgav Littman eina bók við heitinum “Europe, Globalization and the Coming Universal Caliphate”, har hon pástóð at OIC saman við ES hava sett á stovn eina “totalitera skipan av politisk korrektum sensurið”.
Hettar er ikki fyrstu ferð at Heini í Skorini heldur eina framløgu saman við Trykkefrihedsselskabet. 25. oktobur 2018 tók han lut í einum panelkjaki við heitinum “Var og er de engelske myndigheders behandling af Tommy Robinson udtryk for en knægtelse af ytringsfriheden og rimelige retsprincipper?”. Talan er um eitt stuðulstiltak fyri Tommy Robinson í hansara rættargongd í Bretlandi. Tommy Robinson er fyrrverandi limur av fasistiska flokkinum “the British National Party”. Í 2009 setti hann á stovn høgraviðgongda “the English Defence League” (EDL) og er í dag ein av týdningamiklastu persónunum á ytsta høgravonginum í Bretlandi.
Stuðulstiltaki var fyriskipað av Trykkefrihedsselskabet, fyri at royna at bøta um ummæli hjá Tommy Robinson í Danmark. Í lýsingini er tað klokkuklárt at felagsskapurin sær rættargongdina fyri Robinson, sum umboðandi eitt størri stríð millum “en islamkritisk, patriotisk underklasse og en politisk korrekt middelklasse, som behersker statsmagten, retssystemet og medierne. Den politisk korrekte middelklasse lever sit liv på privilegeret afstand af masseindvandringens brutale konsekvenser”. Í panelinum vóru tveir nevndarlimir hjá Trykkefrihedsselskabet sjálvum, ein politikari hjá Dansk Folkeparti og ein online debatør. Heini í Skorini var einasti luttakari sum hevði eina akademiska útbúgving innan evni. Í einum ummæli av bókini hjá honum frá 2023 umrøðar Trykkefrihedsselskabet hvussu serstøk hansara luttøka var “Her mødte han op til en debat, som ingen andre mainstream journalister eller forskere på det tidspunkt ville eller turde deltage i”.
Í síni framløgu er tað tíðiligt at í Skorini hevur sterkar meiningar um politisku støðuna í Bretlandi. Upprunin á EDL sigur han er vaksandi islamiseringen, yvirtøkan av partum av Bretlandi av “pakistani gangs” og “the failure of multiculturalism”. Uttan grundgeving burturkastar í Skorini alternativar forkláringar ið hyggja eftir hvussu EDL uppstóð millum fótbóltsfjepparar ið funnu saman um anti-islamisk og nýnationalistisk sjónarmið. Tað í verðuliga gjørdi Robinson kendan var hansara tilgongd til rættargongdina móti fleiri pakistanar ið vóru ákærdir fyri at luttaka í hóp-grooming bólkum kring Bretland. EDL og Robinson halda at hesir bólkar eru ein partur av “The Great Replacement”, ein ásanning Skorini er samdur í, hvussu so er partvíst. Fyri í Skorini er EDL eitt symptom á “How a European democracy in the name of tolerance and inclusion can fail to tackle religious extremism – islamism.”.
Heini í Skorini vísur í framløgu síni á eina umstrídda frágreiðing frá “The Quilliam Foundation” ið kom út í 2017. Í frágreiðingini heldur hann á, at hóp-grooming bólkanar í bretlandi eru framdir av pakistanum. Í Skorini rundar frágreiðingina saman soleiðis: “[The grooming-gangs] consist of men primarily of pakistani origin. 84% of perpetrators were men of Pakistani origins who systematically kidnapped primarily english white girls.”. “The Quilliam Foundation” og teirra frágreiðing er sera umstrídd vegna teirra samstarv við felagsskapin, EDL og Tommy Robinson. Umframt er hendan niðurstøðan mótprógva av nýggjari gransking ið vísur á at størsti parturin av brotsmennum úr hóp-grooming bólkum eru “White brittish men”. Afturvendandi í øllum niðurstøðunum útyvir tann hjá “The Quilliam Foundation” er at tað er sera trupult at ítøkiliga siga naka um etniskt upphav hjá brotsmonnunum.
Í Skorini endurtekur eisini konspiratiónsteoriina, at tað var multikulturalisma og óttin fyri at blíva kritisera fyri rasismu ið hevi við sær at einki bleiv gjørt við hesar bólkar. Í hansara egnu orðum “this is an example of a failed state that fails to protect its citizens. This is institutional political correctness gone mad in my view, it seems to me that British Multiculturalism in many ways is an ideology of censorship and cowardice.”. Hettar hóðast at ein frágreiðing frá 2019 vísur á at 59% av bretsku miðla umrøðuni av Islam og muslimum í samtíðini var negativ, og ein onnur á at yvir 60% av veljarum hjá konservativa flokkinum mettu Islam vera ein hóttan móti “western civilisation”.
Í panelkjakinum kemur tað so eisini fram at í Skorini sjálvur meinar at islam er ein hóttan til fólkaræði og talufrælsi og at koranin er “en bog med en masse voldspotentiale”. Loysnin ið í Skorini bjóðar áskoðarunum hjá Trykkefrihedsselskabet er líknandi loysnin hjá Skaale um hóptvangs integratión. Skorini sigur at muslimar mugu fáa eitt ultimatum at integrera seg og tað má hava við at teir broyta sína trúgv “jo flere muslimer ikke tager teksterne alvorligt jo bedre for integrationen. Endnu bedre hvis de forkaster deres religion og bliver ateister eller kristne”.
Áheitan til Føroyska Samfelagi
Aia Fog, forkvinna hjá Trykkefrihedsselskabet og Morten Messerschmidt luttóku bæði í stóru viðgongdu mótmælisgonguna fyrr í ár í Bretlandi ið Tommy Robinson fyriskipaði. Ári áðrenn Sjúrður Skaale og Heini í Skorini vitjaðu Frihedens Station, var Tommy Robinson framvið at halda eina framløgu. Umframt hettar hava bæði Trykkefrihedsselskabet og Dansk Folkeparti tætt samstarv við Generation Identitær, ein nýfasistiskur bólkur virkin kring alt evropa.
Tað er ræðandi at síggja so vítt fevnandi konspiratiónsteoriir og anti-muslimska rasismu gera um seg millum føroyskar politikarar og akademikarar. “Eurabia” konspiratiónsteoriin hevur leingi veri einans at finna á ytsta føroyska høgravonginum, men er á veg fram í dagsins ljós í øllum londunum rundanum okkum. Ein frágreiðing úr 2024 frá Leipzig University vísur á at beint undur helvtin av týskarum í dag hava islamofobiskar meiningar, og at einans 42% stuðla fólkaræði. Ein høgraviðgongd bylgja er á veg yvir alt Evropa, og islamofobisk, anti abort og anti qveer rák eru vaksandi. Serliga er tað ímillum fólkamorðstuðlum í føroyska samfelagnum at vit sýggja hesa gongdina vinna innrás.
Føroyar tørvar eina umfevnandi tilbúgving ímóti rasismu, islamofobi og antisemitismu!
Nej til islamifobi! Nej til nýnationalismu! Nej til konspiratiónsteoriir!
Keldulisti:
Bangstad, Sindre, and Marius Linge. “Qur’an Burning in Norway: Stop the Islamisation of Norway (SIAN) and Far-Right Capture of Free Speech in a Scandinavian Context.” Ethnic and Racial Studies, vol. 47, no. 5, 2024, pp. 941–62, https://doi.org/10.1080/01419870.2023.2268168.
Bangstad, Sindre. “Eurabia Comes to Norway.” Islam & Christian Muslim Relations, vol. 24, no. 3, 2013, pp. 369–91, https://doi.org/10.1080/09596410.2013.783969.
Bangstad, Sindre. Anders Breivik and the Rise of Islamophobia. 1st ed. London: NBN International, 2014. doi:10.5040/9781350218468.
Bergmann, Eirikur. Weaponizing Conspiracy Theories. Routledge, 2024.
Í Skorini, Heini, and Torben Bech Dyrberg. “Framing Blasphemy as a Crime: The Curious Similarities between the Secular Left and the Organization of Islamic Cooperation.” Journal of Political Ideologies, vol. 29, no. 3, 2024, pp. 550–70, https://doi.org/10.1080/13569317.2022.2040878.
í Skorini, Heini. Free Speech, Religion and the United Nations: The Political Struggle to Define International Free Speech Norms. 1st ed., vol. 1, Routledge, 2020, https://doi.org/10.4324/9780429280030.
LIZ FEKETE. “ENLIGHTENED FUNDAMENTALISM?: IMMIGRATION, FEMINISM AND THE RIGHT.” A Suitable Enemy, Pluto Press, 2015, https://doi.org/10.2307/j.ctt183p2jr.8.
Sedgwick, M. (2013). Something Varied in the State of Denmark: Neo-nationalism, Anti-Islamic Activism, and Street-level Thuggery. Politics, Religion & Ideology, 14(2), 208–233. https://doi-org.ep.fjernadgang.kb.dk/10.1080/21567689.2013.792650
Sedgwick, Mark J., ed. Key Thinkers of the Radical Right : Behind the New Threat to Liberal Democracy. New York, NY: Oxford University Press, 2019.
The English Defence League: Challenging our country and our values of social inclusion, fairness and equality
Vereint im Ressentiment: Autoritäre Dynamiken und rechtsextreme Einstellungen, Leipziger Autoritarismus Studie 2024
Waterson, J. (2019) ‘Most UK News Coverage of Muslims is Negative, Major Study
Finds’, The Guardian, 9 July 2019, https://www.theguardian.com/news/2019/jul
/09/most-uk-news-coverage-of-muslims-is-negative-major-study-fnds
Wollebæk, Dag, Kjersti Thorbjørnsrud, and Kari Steen-Johnsen. 2022. “Holdninger tilytringsfrihet i Norge: et nytt kart og kompass.” In Ytringsfrihet i en ny offentlighet:Grensene for debatt og rommet for kunnskap, edited by Marte Mangset, ArnfinnMidtbøen, and Kjersti Thorbjørnsrud, 33–56. Oslo: Universitetsforlaget.
https://redox.dk/nyheder/voldsdoemt-hoejreradikal-skal-tale-paa-folkemoedet/ Retrieved November 6
https://redox.dk/baggrund/organisationer/danmark/trykkefrihedsselskabet/ Retrieved November 6
https://www.trykkefrihed.dk/kampen-om-ytringsfriheden-tidens-vigtigste-bog.htm Retrieved November 6
https://www.trykkefrihed.dk/englands-statsfjende-bliver-aldrig-fri.htm Retrieved November 6
https://www.trykkefrihed.dk/index.php?mact=CGCalendar,cntnt01,default,0&cntnt01event_id=227&cntnt01display=event&cntnt01detailpage=212&cntnt01return_id=66&cntnt01returnid=212 Retrieved November 6
https://www.opendemocracy.net/en/opendemocracyuk/problem-with-quilliam-foundation/ Retrieved November 6
https://mondediplo.com/outsidein/white-supremacists-mainstream#partage Retrieved November 6
https://www.lemonde.fr/en/opinion/article/2022/12/22/michel-houellebecq-and-the-far-right-radicalization-of-a-best-selling-author_6008757_23.html Retrieved November 6
https://web.archive.org/web/20240402194512/https://jyllands-posten.dk/premium/indland/article4844662.ece Retrieved November 6
https://www.information.dk/debat/leder/2011/07/ord-draeber Retrieved November 6
