Í dag er 28. Septembur, Heimsdagur fyri Trygga Abort. Ein dagur við tí endamálið at savna alla rørsluna fyri fría abort kring allan heimin undur somu slagorðum. Í ár er hetta “Trygg Abort er Lívbjargandi Heilsurøkt”. Í abort.fo hava vit síðan 2023 virka útfrá tætt slektaðu slagorðunum “Frí Abort Bjargar Lív”, tí at tað er okkara ásanning at abort er púra vanlig og lívbjargandi heilsurøkt.

Føroyar hava eina heilsurøktarkreppu. Tann núverandi avoldaða lóggávan, ið er frá 1956, er eitt ótespiligt brot á CEDAW – Kvinnurættindasáttmálan, og avmarkar rættin hjá kvinnum og øllum ið kunnu blíva upp á vegin, til vanliga heilsurøkt. Tað er av hesi orsøk at vit í av fyrst settu hettar átaki í verk. Aftaná 28. Septembur í 2023 ásannaðu vit at í Føroyum var tørvur á eini rødd, ið virkaði fyri at fáa eina tíðarhóskandi og virðisliga dagførðing av abortlóggávuna á dagskrá.

Á Heimsdegi fyri Trygga Abort í 2023 heittu 44 Evropeiskir felagsskapir, millum annað Amnesty International og Sex og Samfund, øll lond í Evropa um á at áseta abort viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum (WHO), Íroknað Føroyar. Summi av teimum týdningarmiklastu punktinnum, ið hesir felagsskapirnir staðfestu í viðmælinum, vóru at londini mugu fullkomiliga avkriminalisera abort, og víðka um abortmarki yvirum 12. Viku. Vit í Abort.fo, hava síðani útfrá viðmælinum hjá WHO og heilsumálaráðunum í Danmark, Svørríkis, Bretlandi og Íslandi og í samstarv við okkara netverki, útgivi politiska grundskjalið “Abort.fo: Ein Tíðarhóskandi Abortlóggáva”.

Vit eru fegin um at hava funnið samband við eitt støðugt vaksandi og heimsfevnandi netverk av felagsskapum ið stríðast fyri fría abort. 28. Septembur er ein dagur har ið vit finnast saman óansæð okkara politisku, ideologisku, strategisku fjøllbroytnið og nátúrligu ósemjum. Akkurát 28. Septembur bleiv valt, tí hettar er dagurin har ið Trælahaldi í Brasilia bleiv avtikið. Dagfestingin vísur á at abort er eitt intersektionelt stríð, ið ávirkar rasialiseraðar minnilutar og kynsminnilutar ymiskt. Okkara fjøllbroytni er okkara styrki, ið kann hjálpa at síggja heildarmyndina.

Ein kanning hjá The European Parliamentary Forum for Sexual and Reproductive Rights vísur á at høgraviðgongd antikynsrættinda aktivisma í Evropa í tíðarskeiðinum 2019-2023 fekk meira enn 6.5 milliardir krónir í fígging frá átrúnaðarfundamentalisktiskum trýstbólkum. Í eini tíð sum hesa so er abortsamhaldsfesti, ið var slagorði 28. Septembur í fjør, ein av okkara tídningamiklastu amboðum í stríðinum at tryggja øllum kropsligt sjálvræði. Saman við aktivistum og felagsskapum í nábúgvalondum okkara vóna vit at kunna vísa á ymisk sjónarmið og skapa eina meira umboðandi og fjøllbroytta samrøðu um abort í Føroyum. Ein samrøða uttan stýring frá hvørgan átrúnaðarligum felagsskapum, politiskum flokkum ella ágangandi abort stigma.

Í ár hava vit í samstarv við Shout Your Abortion og listafólkið Mar Lorenzo (aka marmarmaremoto) gjørt eina vakra plakat ið nemt kann heintast niður á heimasíðu okkara saman við aðrar plakatir hjá Abort.fo. Á heimasíðuni hjá Shout Your Abortion kann man eisini finna eitt úrval av ymiskum útgávum av plakatini, ið øll varpa ljós á ymiskar abort felagsskapir kring heimin ið virka fyri at tryggja øllum rætt til lívbjargandi heilsurøkt.

Vit taka undur við øll krøv ið 28. Septembur átaki hevur sett fyri 2025, og hava valgt at endurtaka nøkur teirra ið vit meta vera átrokandi í Føroyum. 1) Føroyar skal virða menniskjarættindini við at dagførða lóggávuna so at abort er avkriminalisera og avtaka allar straffiparagraffinar. 2) Lóggávan skal víkkast so at treytinar at fáa eina abort eru lættari at lúka, at ovaramarki á abortrøkt er hægri, og tryggja at tey ið búgva á bygd og útoyggj lætt kunnu koma at abortrøkt. 3) Landsstýri hevur ábyrd at tryggja at landi ikki brýtur menniskjarættindasáttmálan og at støði hjá heilsumálaráði grundar í altjóða standardum fyri reproduktivum rættvísi. 4) Fígging verður veitt abortveitarum og felagsskapum ið forspráka fyri abort í samfelaginum, hendan fíggin skal fíggjarliga javnseta grassrótsaktivismu og feministiskar felagsskapir og gera teirra virksemi haldført, serliga skal fíggindin leggja dent á teir felagsskapir ið umboða kvinnur, qveerpersónar, ung og útsettar minnilutabólkar. Vit heita øll á at lesa alt skrivi og krøvini ið eru at finna á September28.org.

Góðan Heimsdag fyri Trygga Abort!
Ein Tíðarhóskandi Abortlóggáva NÚ!


September28 #Sept28 #safeabortionsaveslives #AbortionisHealthCare #Fríabortbjargarlív #AborterHeilsurøkt #Fríabort #Friabort #Fríttval #Frittval #mínkroppurmíttval #minkroppurmittval #abortfo