Lóggávan skal loyva fría abort til og við 18. viku — sum minimum!

Lóggávan skal loyva fría abort til og við 18. viku — sum minimum!

Eitt fleirtal av føroyingum stuðla í dag eina dagførðing av abortlóggávuni, so at frí abort verður loyvd til og við 12. viku. Hettar vísur ein kanning frá Spyr.fo, ið kom út fyrr í septembur, og sama dag almannakunngjørdu løgtingslimir at broytingar uppskotið ið fall í 2024 verður sett framm aftur. Kanningin hjá Spyr.fo vísur at 57% av føroyingum í dag stuðla eina slíka dagførðing.

Slíkar dagførðingar fóru fram 50 ár síðani í norðurlensku grannalondum okkara. Men í dag er ongin av hesum lóggávum enn galdandi. Tær eru heilsufrøðiliga avoldaðar. Fyrr í ár blivu tær seinastu avtiknar tá ið markið fyri fría abort í Norra og Danmark bleiv flutt upp til 18. viku, hettar kom eftur at heilsumynduleikanir í londunum greidu frá at einki heilsufrøðiligt grundarlag er fyri at varveita 12. viku markið. Abort er í øllum okkara nábúgvalondum trygg heilt upp til triðasemestur, tað vil siga millum 22-24. viku. Av somu orsøk flutti Ísland longu í 2019 sítt mark til 22. viku, og er í dag eitt av Evropeisku framgongulondinum saman við Niðurlondini og Bretlandi ið hava sett markið til 24. viku.

Tøl úr Danmark vísa, at eftir bert eitt ár við heilsufrøðiligum kunningarátøkum, grundað á tilmæli frá WHO og átøk hjá felagsskapum sum Sex og Samfund, vaks almenni stuðulin til at flyta markið til 18 vikur úr 13% í 2022 upp í 47% í 2023.

Í Abort.fo er tað okkara sannførðing at abort er púra vanlig heilsurøkt, ikki ein politiskur spurningur. Nú lóggávan skal dagførðast mugu vit sum samfelag tí lurta eftur heilsufrøðini og hvat heilsumyndugleikarnar í londunum kring okkum siga, og serliga hvat Altjóða Heilsustovnurin (WHO) viðmælir. Í viðmælunum hjá WHO ið blivu dagførd í 2022, er viðmæli til øll lond at avtaka viku avmarkingar á fría abort.

Í grundskjal okkara “Ein tíðarhóskandi abortlóggáva”, viðmæla vit at allar dagførðingarnar av føroysku abortlóggávuni mugu samsvara við viðmælini hjá WHO. Umframt heita vit øll á at stríðast fyri eina fullfíggjaða avtøku av abort markinum í Føroyum, at seta í verk kunningarátøk ið grunda á viðmælunum hjá WHO og at virka fyri at framtíðar abort lóggávur í minstalagi loyva abort fram til 18. viku, samsvarandi við lægsta marki millum grannalond okkara.

Vit krevja eina tíðarhóskandi abortlóggávu nú!

Frí abort til 18. viku! Sum minimum! 

#Fríabort #Friabort #Fríttval #Frittval #mínkroppurmíttval #minkroppurmittval #abortfo