Sjálvboðin qveer fólk hava útgivi eina nýggja heimasíðu Fornøvn.fo ið hevur sum endamál at vera ein miðil fyri at umrøða og útbreiða føroyskan málburð ið er kynsumfevnandi og kynsneutralt.
Heimasíðan er ein føroysk útgáva av Pronouns.page, og kollektivið sum stendur aftanfyri er “Ráðið fyri nevtralt mál”. ið er skipað á einum demokratiskun hátti ið tey umnevna “ikki-hierarkiskt”, í ørðum orðum vil tað siga at kollektivi hevur eina flattaskipan, har eingin hevur mynduleika yvir ørðum. Alt virksemi er sjálvboði av fólkum kring allan heimin ið gera tað tey hava hug og ískoyti til. Hesin skipanarháttur hevur sín uppruna í anarkiska ástøðinum, Anarka-kvir ástøði, ið er lýst í orðabókini við qveer orð á Fornøvn.fo.
Kollektivið sigur soleiðist um seg sjálvt:
“Vit eru eitt kvir kollektiv, við endamálinum at seta saman, granska, mynda og stuðla kynsnevtralt og ikki-binert mál. Vit stuðla eisini átøk fyri javnstøðu og sosialum rættvísi.”
Vit meta tað vera alneyðugt at stuðla slíkum átøkum av føroyskum qveer fólki, ið krevja rættin at lýsa seg sjálvi og ráða yvir egnari málnýtslu. Sosialur ágangur og elitisma er víðgongd í Føroyum, serliga tá tað kemur til mál-puritanska ideologiðin ið heldur tamarhald á høgravonginum.
Øll skullu hava rætt at brúka tað føroyska málið og gera tað til sítt egna uttan at øttast um sosialan ágang. Sum qveer fólk vita vit hvussu málið verður nýtt sum eitt vápn at niðurgera og nokta okkum rætt til virðing í samfelaginum. Mál skal aldrin nýtast at stýra og kúða minnilutarbólkar, so sum qveer fólk.
