Kríggj er vanvirðing av lívum. – Nordahl Grieg 

Vit fordøma álopini hjá Amerika og tí Sionistiska stýrinum og teirra oyðingarverkætlan í Vesturasia*. Vit fordøma alla krígsførslu. 

Tá ið lond kríggjast er tað fólkið ið doyr. Tá ið lond hernaðardubba er tað vælferðin ið líður. Vit í Frælsisfylking Anarkistanna eru ímóti allari krígsførslu og hernaðardubbing.

Seinasta hálvtannað árið hava vit verði vitni til ein brádligan vøkstur í oyðingarverkætlanini hjá Vesturheiminum.Verkætlanin hevur havt við sær at meira enn 400.000 palestinar og túsundatals av fólki í Libanon, Jemen, Sýria og Iran hava latið lív.

Sionistiska stýrið er eitt lið í oyðingini av upprunafólkinum kring tað Evropeiska markið. Óteljandi fólk hava seinastu áratíggjuni latið lív í hesum oyðingarkríggið. Eitt kríggj við tí endamálið, at oyða øll lívskorð á hinari síðuni av Evropeisku háborgini.

Vit hava ikki gloymt milliónina av irakum ið blivu myrd av herðunum úr heimsnorðinum, seinastu ferð tað bleiv logið um framleiðslu av kjarnorkuvápnum. Morð, bumbur og kríggj kann ongantíð skapa frið. Fólkaræði kann ikki útbreiðast við politiskum drápum. Iran skal ikki blíva tað næsta Afganistan, Libya ella Irak. Øll álop á politisku mótstøðuna hjá amerikanska og sionistiska stýrinum má steðga umgangandi.

Vit fordøma eisini ES og øll tess limalond, ið fyri krígsvinning stuðla og framleiða hernaðartól og vápn til sionistiska stýrið. Har ímillum eru danskar fyritøkur so sum Terma sum í samstarv við danska statin, framleiður tilfarslutir til F-35 flogfør, og Maersk ið er ein av heimsins størstu flutningsfyritøkur sum flytur vápn beinleiðis til sionistiska stýrið í Palestina. Vit fordøma ES og ynski hjá NATO um at økja um hernaðadubbingina, krígsvinningarátøk, og sum við donsku stjórnini á odda leypur á menniskjarættindasáttmálan og ynskja at útflýggja fongsulskipanina út úr ES, í samstarv við lond sum Ruanda ið er samsekt í fólkamorðið í Kongo.

“Krígsroynd” hernaðartól úr sionistiska stýrinum vera brúkt í hópdrápinum hjá ES, har Evropeiska marknaeftirlitsstovan Frontex, síðan 1993 hevur í samstarv við menniskjasmuglarum úr Libya dripið 60.000 flóttar. Her afturat hevur Frontex havt við sær at meir enn 104.000 eru blivin send í útlegd uttanfyri Evropa síðan 2006. Evropeisku londini hava eisini tætt samstarv við Morokko, ið hevur ólógliga hersett Vestursahara. 58% av teimum gott 7 milliónir landminunum ið sundurbýta Vestursahara í tvey hava uppruna í Evropa ella Amerika. Landminurnar eru ein partur av “The Bern”, ið bleiv bygt við hjálp frá serfrøðingum úr evropeisku búsetarakoloniðunum í Palestina og Suðurafrika.

Vit standa saman við fólkinum í heimssuðrinum, serliga fólkið í Vesturasia í teirra stríð ímóti øllum statum, hernaðardubbing og allari krígsførðslu. Frælsi til alt Vesturasia, frá Palestina til Iran til Jemen!

*Vesturasia er eitt antikolonialt heiti fyri tað landafrøðisliga øki ið vanliga verður nevnt Miðeystur.