Í dag er Yawm al Nakba – Vanlukku Dagurin-. Tað eru nú 77 ár síðani ein av ógvusligastu brotsverkunum ímóti mannaættini hendi; stovnanin av sionistiska apartheidstatinum og tann áhaldandi etniska útreinsanin og týningin av palestinska upprunafólkinum ið vit enn bera vitni til í dag.
Nakbaðin byrjaði langt áðrenn 15. mai 1948. Men hesin dagurin er blivin ein minningar- og mótmælisdagur, ið krevur at vit sum heimssamfelag ikki gloyma, hvussu upp ímóti ein millión palestinskir arabarar blivu riknir út úr heimlandi teirra, hvussu yvir 70.000 palestinskar bøkur og skjøl blivu brend í eini roynd at hvørva teirra mentan og søgu og hvussu meira enn 530 arabiskar bygdir vóru lagdar í oyði.
Hendan vanlukkan var ikki tilvildarlig, men heldur eitt tilætla fólkamorð við endamál at hersetta og etniskt reinsa so nógv arabiskt land sum gjørligt, so skjótt sum gjørligt. Hettar landi skuldi tømast fyri øllum ið var arabiskt áðrenn heimssamfelagið og arabisku grannalondini varnaðust. Hendan ætlanin, Plan Dalet, bleiv tilrættuløgd av leiðsluni av sionistisku og fasistisku terrorfelagsskapunum Haganah, Irgun, og Lehi við tí endamáli at seta Sionistiska búðsetarakolonistatin “Ísrael” á stovn.
Aftaná kríggi stóð nýstovnaði sionistiski staturin eftur við 78% av søguliga Palestina. Plan Dalet eydnaðist at sleppa seg undan ST ásettu uppdeilingina av Palestina, ið “einans” hevði givið yvir 55% av landinum til búðsetarakolonialistisku apartheid verkætlanini. Men hettar var ikki síðstu ferð at sionisman fór í kríggj fyri at víðka síni landamørk.
Við ásetingini av plan Dalet undir Palestinska borgarakrígnum í 1947 byrjaði hertøkan av “Størra Ísrael. Hendan hertøkan hevur verði áhaldandi líkasíðan, sum vit sóu við hertøkuna av Vestara Áarbakka, Gasa Geiranum, Al-Quds, Golan Heyggjanar, Sinai Hálvoyggjuna og Sheba landspartin í 1967. Sionistiski staturin annekteraði Al-Quds í 1980 og Golan Heyggjanar í 1981. Somuleiðis upplivdu vit hersetingina av Sunnara Lebanon í 1982. Og aftur við hertøkuni av størri partum av Golan Heyggjunum og Sunnara Lebanon í 2024 og í 2025. Við hesum síggja vit tað verðuliga fasistiska andliti á sionismuni.
Sionisman er ein viðgongd búðsetarakolonialistisk ideologi, har ið “Størra Ísrael” gongur í fótasporunum hjá amerikanska “Manifest destiny” og evropeiska “Lebensraum”. Fasistiskar ideologiðir ið leiddu til ómetaliga líðing og óteljandi etniskar útreinsanir av uppruna, og útsettum fólkabólkum kring allan heimin.
Nakbaðin, Vanlukkan er enn ein veruleiki! Ikki einans liva yvir 7 milliónir palestinar í dag sum flóttafólk uttanfyri Palestina. 7 milliónir palestinskir arabarar liva enn undur hernaðarvaldinum hjá sionistiska apartheidstatinum og eru dagliga í vanda fyri løgregluharðskapi og terror atsøknum frá búðsetarakolonistum, fasistiskum bólkum, so sum Kahanistum og frá terrorfelagsskapinum IDF – Israeli Defence Forces-, ið er ein samanlegging av Haganah, Irgun og Lehi, ið framdu etnisku útreinsanina av Palestina í 1948.
Tað er hálvt annað ár síðani sionistiski staturin setti í verk sína nýggjastu ætlan at etniskt útreinsa Palestina. Í Oktobur 2023 sendi fasistiska stjórnin hjá Benjamin Netanyahu IDF inn at “sláa grasi” og fullfíggja fólkamorði í Gasa, leggja landið í oyði og gera klárt til framtíðar sionistiskar búðsetingar.
90% av øllum íbúðum og húsum í Gasa eru nú løgd í oyði, og met verður at 1.9 milliónir palestinar í Gasa eru riknir út úr hús og heim sínum. Tað væntast at fimti hvør persónur í Gasageiranum er dripin, ella væl yvir 400.000 palestinar, eftir metingunum hjá “The Lancet”.
Vit eru vitni til eitt fólkamorð ið verður beinleiðis stroymt. Hettar er sionistiski veruleikin. Hettar er ein av heimsins størstu vanlukkum.
Føroyska landstýri er samsekt í hesum fólkamorðinum, Føroyska vinnan er samsek í hesum fólkamorðinum, Føroysku samkomurnar eru samsekar í hesum fólkamorðinum.
Føroyska sendistovan skal niðurleggjast í stundini, alt samstarv kvettast og Føroyar skullu viðurkenna Palestina! Føroyska vinnan skal liva upp til eitt fullkomiliga búðskaparligt, akademiskt og mentanarligt boykott av “Ísrael”, ið samsvarar fult við BDS rørsluna! Føroysku samkomurnar mugu taka frástøðu frá og vraka viðgongdu Kristnu-sionistisku hugsjónina.
Tá heimssamfelagi einki ger fyri at halda tey ið eru sek í fólkamorði til andsvar, so má fólkið og einstaklingar gera alt tey kunnu! Vit mugu øll gera okkara fyri at tryggja eina veruliga vápnahvíld, eina umgangandi avtøku av apartheidskipanini og eina gjøgnumgangandi avtøku av sionistiska búðsetarakolonistatinum.
Nakbaðin má koma at enda. Stríðið ímóti fasismuni er ikki av fyrr enn síðsti sionisturin hevur lagt niður vápnini, tað síðsta fongsli er tómt, politiskir fangar og flóttar eru komnir heim og apartheid múrurin er fallin!
At enda vilja vit endurgeva áheitan okkara frá 8. Oktobur 2023, sum hálvt annað ár seinni er júst líka átrokandi:
1. Vit eggja øllum frælsistríðsfólki at stuðla tað palestinska frælsistríði!
2. Vit eggja allar progressivar rørslur í Føroyum og umheiminum at viðurkenna palestinum rættin til sjálvræði og sjálvstøðu!
3. Vit fordøma litaða miðla umrøðuna av støðuni hjá palestinum, ið noktað at varpa ljós á palestinska veruleikan.
Aldrin aftur, aldrin aftur fyri nakran!
Frælsi til alt Palestina! frá á til hav!
Frá Føroyum til Palestina intifada og loysing nú!