Føroyar eigur at viðurkenna Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria.
Frælsisfylking Anarkistanna heitir á allar politiskar flokkar og felagskapar í Føroyum, at viðurkenna Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria (DAANES). Síðan endan á ræðinum hjá Bashar Al-Assad í desembur, hevur Sýria verið í einari betri, men eisini meira óstøðugari støðu. Føroyar hevur nú møguleikan at standa á odda, fyri at tryggja fólkaræði, minniluta rættindi og rættin til lokalt sjálvstýri í Sýria og Miðeystri.
Sjálvstýris rætturin er eitt kjarnuvirði, sum er partur av okkara samleika sum Føroyingar. Vit mugu vísa altjóða samfelagið, at fólkið sum liva í Sýria hava líka nógvan rætt til sjálvstýri sum Føroyingar. DAANES er eitt samfelag ið byggir á Demokratiska Konføderalismu ið er ein lovandi stýriskipan, ið endurspeglar júst hesi somu virðini.
Tann 20. oktobur 2021, viðurkendi Katalonia sum fyrsta landi í heiminum DAANES. Katalonia eggjaði til størri samstarv millum flokkar, felagskapar, neyðhjálparfelagskapar og fólkinum í DAANES og Katalonia. Hetta samtarvið gjørdi, at longu 5. desembur 2024 kundi Katalonia seta tiltøk í verk, fyri at tryggja bráfeingisneyðhjálp í Norður og Eystur Sýria, tá ið borgarakríggi brast á á nýggjum. Flokkanir heittu beinavegin á meira samstarv millum katalonska CCAHE (Catalan Emergency Humanitarian Aid Committee) og Kurdiska Reyða Hálvmánan. Tann 16. desembur sendi tingið eisini politisk umboð til DAANES at samstarva og meta um støðuna aftaná avtøkuna av einaræðinum hja Bashar Al-Assad.
Føroysku flokkarnar, feløgini, Løgtingi og landsstýri mugu gera sítt fyri at virka fyri eina trygga og fólkaræðisliga framgongd í Sýria. Vit vóna eisini at katalonska dømi kann vera ein fyrimynd í hesum málinum.
Frælsisfylking Anarkistanna heitir á øll í Føroyum at viðurkenna Fólkaræðisliga Sjálvræði í Norður og Eystur Sýria (DAANES).