Neyðstøðan í norður og eystur Sýria er versna og tørvurin á bráðfeingis neyðhjálp er alstórur, eftir seinastu vikunum av stríði aftaná falli av einaræðinum hjá Bashar al-Assad. Inflatiónin í landinum er meira enn tvífalda og fleiri ganga nú uttan mat og heilivág.

Stríðið seinastu vikurnar hevur elvt til at meira enn 120.000 flóttafólk eru rýmd undan bardagunum í norðurvest Sýria. Fleiri av hesum flóttafólkum eru rýmd til Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria.
Sambært ST hevur man verði noyddur, at umleggja meira enn 185 skúlar, til at húsa vaksandi tali av flóttum, bæði úr Lebanon og norðurvest Sýria. Hetta hevur havt við sær at meira en 185.000 skúlanæmingar, eru frátikin teirra vanligu skúlagongd.

Búðskaparkreppan í Sýria er eisni versna. Eftir tað nú 13 ára langa borgarakríggi, liva meira enn 90% av Sýrum í fátækradømi, fleiri milliónir av Sýrum liva sum flóttafólk bæði kring allan heimin og í Sýrialandi. Inflatiónin í landinum er met høg, og alt fleiri handlar mugu lata hurðarnar aftur.

Vit heita tíðskil øllum á at senda peningastuðil til neyðhjálparfelagskapanar Kurdiska Reyðahálvmánnan og WJAS (The Foundation of Free Women in Syria).
Tað er alneyðugt at hesir felagskapir kunnu halda áfram, við at veita neyðhjálp í norður og eystur Sýria og tryggja øllum atgongd til mat, klæðir, heilivág, teppir og mangt annað.


Gev til Kurdiska Reyðahálvmánan:

Heyva Sor a Kurdistanê e. V.

Bank: Kreissparkasse Köln

IBAN: DE49 3705 0299 ​​0004 0104 81

BIC/SWIFT: COKSDE33XXX

Reference: Rojava

PayPal: paypal.me/heyvasorakurdistane



Gev til WJAS (The Foundation of Free Women in Syria):

Kurdistan Hilfe e.V.

Bank: Hamburger Sparkasse

IBAN: DE40 2005 0550 1049 2227 04

BIC/SWIFT: HASPDEHHXXX

Reference: NOTHILFE