Innrásin hjá ISIS í Sýria vendi í 2014, tá kurdisku bólkarnir YPG (Fólkaverndarliðini), og YPJ (Kvinnuverndarliðini) vunnu stríðið um býin Kobané. Kurdisku verndarliðini frælstu síðani stórar partar av norður og eystur Sýria frá valdsharradøminum hjá ISIS. Hesu nývunnu landspartanir funnu síðani saman undir heitinum Fólkaræðisliga Sjálvstýri í Norður og Eystur Sýria, stytt DAANES.
DAANES var sett á stovn sum eitt alternativ til autoriteru stýrini, hjá bæði ISIS og Bashar al-Assad, har ið beinleiðis fólkaræði, umhvørvisstríð, og kvinnufrígering eru grundleggjandi virðini í samfelaginum. Hesu virðini eru grunda á tankunum hjá kurdiska politiska heimsspekinum Abdullah Öcalan.
Abdullah Öcalan er føddur og uppvaksin í kurdiska landspartinum í Turkalandi og hevur síðan 1970 verði ein oddamaður í kurdisku tjóðveldisrørslunið. Kurdar líkasum palestinar, eru eitt fólk í miðeystri uttan egnu tjóð. Tað ið eyðkennir Öcalan, er at hann støðugt hevur vraka tjóðveldishugsjónina, sum eitt amboð fyri loysing. Ístaðinfyri hevur hann skriva fleiri bøkur, har ið hann hugleiður um hvussu man kann byggja land og samfelag uttan statsskipanina.
Öcalan, ímyndar sær eitt paradigmuskifti, har ið samfelagi er skipa uttan stat, vald og harðskap. Ístaðin fyri tjóðskipanina, bjóðar Öcalan okkum at skipa fólkaræði uttan hierarki, har ið lokal borgararáð stýra seg sjálvi, leys frá øllum hægri myndugleikum. Borgararáðini eru síðani fræls at samstarva sína millum og at savnast í samgongum.
Politiska hugsjónin ið Öcalan hevur ment ígjøgnum síni skriv, kallast Demokratisk Konføderalisma, og er eitt ískoyti til stjórnarskipanini í norður og eystur Sýria.
Vit hava eitt stórt úrval av bókum tøkar um evni, ókeypis ella fyri donatiónsprís.
Fyri meira kunning skriva til okkum