Góðan heimsdag fyri trygga abort!

Í dag savnast tann breiða rørsla av aktivistum kring heimin ið virka fyri at avkriminalisera, avstigmatisera, og avmedikalisera abort. 28. septembur er ein dagur har ið øll sum stuðla rættin til fría og trygga abort, kunnu koma saman um eitt felags átak. í ár er slagorðið Abortsamhaldsfesti – Abortion Solidarity [1].

Abortsamhaldsfesti

Í Føroyum er abortstríðið nakað tey flestu av okkum kenna alt ov væl til, og har eru nógv av okkum ið føla at vit eru einsamøll í at bera hettar stríðið.

Men abortstríðið er heimsfevnandi og alt annað enn serføroyskt. Líkamikið um vit eru úr Føroyum, Danmark, Malta, Pólandi ella USA, so stríðast vit øll ímóti teimum somu høgraviðgongdu politisku rákunum sum ynskja at avmarka og stýra kvinnu- og qveer kroppinum.

Við øktu stigmatiseringini og kriminaliseringi av abort rættindi seinastu árini, so sum í Pólandi og USA, eru tíanbettur abort trygdarskipanir sum hava samhaldsfesti við fólk ið ynska abort, og hava tiki tað uppá seg sjálvi at hjálpa fólki við at ferðast yvir landamørk og at innflyta abort heilivág.

Í Danmark og aðrastaðnis eru eisini líknandi óformellar trygdarskipanir og stuðulsfólk til reiðar at hjálpa føroyingum ið hava tørv á abort.

Eru Føroyar, Póland, Malta og USA undantøk? Tí flestu londini í heimsnorðinum hava vunni stríðið fyri fría abort? Nej. Veruleikin er at abort rættindi eru væntandi yvir allan heimin, sjálvt í grannalondum okkara eru tey langt frá komin á mál. Vit síggja eisini eina vaksandi anti-abort høgravongsrørslu yvir allan heimsnorðin, sum hevur so seint sum í síðstu viku forfylgt privatar abort klinikir í Danmark.

Vit eiga og mugu taka felagsábyrgd, byggja brýr tvørturum landamørk og siga nei yvirfyri øllum politiskum rákum ið ynskja at ráða yvir kroppum hjá ørðum.

Tí savnast vit í dag lið um lið, í samhaldsfesti fyri fríari abort og ímóti anti-abort rørsluni. 

Abortstríðið

Frælsisfylking er ein tvørskurðs- og tvørheimsrørsla og vit arbeiða útfrá einum heimsfevandi anarko-feministiskum ástøði. Vit viðurkenna at kropsligt sjálvræði og einstakligt frælsi skal vera galdandi fyri øll, líkamiki hvør man er og hvar í heiminum man er. Okkara virksemi grundar í samhaldsfesti, tí halda vit tað vera neyðugt at uppbyggja og styrkja eina frælsa umsorganar- og mentanarrørslu ið kann umfevna og stuðla øllum sum eru útsett fyri kúðan, yvirgangi, og harðskapi.

Upp til nú hevur føroyska samfelagi yvirlati “abort-spurningin” til politisku flokkarnar, landsstýrið, og løgtingið, altso tað politiska yvirvaldið í Føroyum. Vit hava latið hesar stovnar leggja kropsliga sjálvræði og einstakliga frælsi undir teirra politisku áhugamálum.

Tað er okkara sannføring at abort ikki er ein partapolitiskur ella ideologiskur spurningur. Abort er heilsurøkt, umsorgan, ein grundleggjandi menniskjarættur. Avgerðin um abort eigur ikki vera í hondini hjá politikarum, landstýrisfólkum, ella læknum.

Avgerðarrætturin má yvirtakast av teimun ið avgerðin snýr seg um: tey ið kunnu gerast upp á vegin. Vit sum samfelag mugu tryggja rættin til kropsligt sjálvræði, tað er grundarlagi fyri at kunna taka eitt frítt val um abort. 

Vit arbeiða fram ímóti einum samfelagi har kropsligt sjálvræði er ein veruleiki, hettar gera vit við upplýsingar- og stuðulsaktivismu við endamál at fáa eina fullfíggja avkriminalisering, avstigmatisering, og avmedikalisering av abort!

Hvat er ein trygg abort?

Fyri at tryggja at vit tosa útfrá sama grundarástøði mugu vit seta orð á hvat vit meina við heiti “trygg abort”. Tá vit skriva “trygg abort” so vísa vit ikki á nakra persónliga, politiska ella ideologiska meining, men á eina abort ið lúkar treytinar fyri hvat heilsufrøðiligar granskingar og ástøði meta verða trygt. Tí arbeiða vit útfrá viðmæli hjá Altjóða Heilsustovninum um Trygga Abort frá 2022 [2].

Avkriminalisering

Í størsta partinum av heiminum er abort avmarka við lóg. Í fleiri londum eru bæði tey ið fáa abort og tey ið kunnað um, stuðla og veita abort, kriminaliseraði hóast at Altjóða Heilsustovnurin og Menniskjarættindastovnurin hjá Sameindu Tjóðum heita øll lond á at avtaka hesar lógir [3][4]. Hetta millum annað tí at tá abort er ólóglig er tað sera vandamiki og torført bæði fyri heilsurøktarar og heilsuaktivistar at veita heilsufrøðiliga kunning um trygga abort.

Vit í Frælsisfylking standa í samhaldsfesti við øll sum uppliva lógar-, løgreglu-, og tjóðarharðskap og virka tí fyri at avtaka allar lógir ið kriminalisera abort, tí at hesar lóggávur eru kúðandi, skilaleysar og gera mismun. Vit krevja tí eisini at øll ið sita fongsla fyri abortaktivismu verða leyslatin.

Avstigmatisering

Í Føroyum er nógv misupplýsing, stigma og pseudovísindi tá talan er um abort, bæði ímillum anti-abort høgravonginum, og vinstrahallu partapolitisku rákunum. Tað ið eykennur báðar hesar bólkar er ynski at varveita politisku avmarkingar og stýri yvir kvinnu, og qveer kroppinum. 

Hettar hevur við sær at heilsufrøði og tey ið kunnu blíva upp á vegin vera sett til síðis, gloymd og í ringastu føri útsett fyri harðskapi. Vit mugu broyta hvussu vit umrøða abort, so at vit seta upplivingarnar og tørvin hjá teimun sum fáa framt abort fyrst, og seta tey í miðdepilin í samrøðuni.

Í hesum samanhangi vísa vit á at Altjóða Heilsustovnurin viðmælur avtøkuna av øllum lógum ið tilvildarliga avmarka rættin til abort, her ímillum avmarkingar av viðgongutíð, so sum at einans loyva abort til 12., 18., ella 22. viku, ella krøv um ultraljóðskanningum [5][6].

Avmedikalisering

Heilsuskipanin í Føroyum skal bjóða fría og óavmarkaða atongd til abort, men eisini eru har fleiri dømi har tað ikki er tørvur á at fara ígjøgnum heilsuskipanina.

Altjóða Heilsustovnurin viðmælur at avtaka lóggávur ið avmarka hvør kan veita abort, so at tey sum kunnu blíva upp á vegin hava møguleikan at velja millum einum fjølbroytum úrvali av abort tænastatuveitaraum, ið fylgja viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum [7]. Abort tænastuveitarar kunnu til dømis vera: privatar klinikkir, apotekarar, apoteksarbeiðarar samt fylgiskipanir, heilsuaktivistar, trygdarskipanir og telemedisinskipanir, ið kunnu upplýsa um og veita abort.

Eisini viðmælur Altjóða Heilsustovnurin at tey ið kunnu blíva upp á vegin skulu kunna útinna sína egnu abort fram til 12. viku, har ið tey ynskja, um tað er heima, saman við vinfólki ella á einum klinikki [8]. Einasta treyt fyri sjálveitta abort er atgongd til ein tænastuveitara ið kann veita teimun medisin og kunning ið fylgja viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum.

Avgerðarrætturin um abort skal liggja hjá tann ið kann blíva upp á vegin.

Vit arbeiða við at upplýsa um sjálvveitta abort, um tænastuveitarar so sum trygdarskipanir og telemedisinskipanir. Vit hava eisini samband við Women on Web og Abortion Without Borders ið veita trygga og álítandi kunning, stuðul og medisin til sjálvveitta abort fram til 12. viku, samt fígging til at ferðast og fáa skurðabort í Niðurlondum fram til 22. viku [9][10].

Okkara krøv

Á heimsdaginum fyri trygga abort í fjørð útgav “The European Safe Abortion Networking Group” eitt skriv til øll lond í Evropa, herímillum Føroyar, sum vit hava valt at endurgeva [11]. Fylgjandi eru teirra krøv títt til føroyskt og vit heita á øllum at møta hesum krøvum.

1: Fullfíggjaða avkriminalisering av abort í øllum londum, bæði sum ein skaðafyribyrgjandi strategi at fyribyrgja deyða í barnaburði og sjúku samt at tryggja at øll kunnu njóta teirra menniskjarættindi, kropsliga sjálvræði, og frítt velja móðurskap.

2: Altøka atgongd til trygga, lógliga abort, so tíðliga sum gjørligt og so leingi sum tørvur er á tí, við fríðum vali av abort veitingar hátti.

3: Sjálvveitta medisinska abort við pillarum upp til 12. viku skal vera loyvd í øllum londum, sum viðmælt av Altjóða Heilsustovninum.

4: Góðkenning av abort heiliváginum misoprostol og samansetingina við mifepristone sum abortelvandi heilivág. Medisinskar abort pillarar eru ein tryggur háttur at veita abort, ikki einans í fyrsta trimestri men eisini í seinnu trimestrunum, og eru á listanum av grundleggjandi heilivági hjá Altjóða Heilsustovninum.

5: Øll lond skulu seta viðmælini um abort umsorgan hjá Altjóða Heilsustovninum frá 2022 í gildi, og seta í verk tilbúgvingar tilboð fyri allar heilsutænastuveitarar, her ímillum apotekarar ið kunnu veita abort tænastur.

6: Økja atgongd til abort yvir 12. viku, við at vátta til- og útbúgving til jarðarmóðrar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar.

7: Abort reglugerðir mugu verða kynsumfevnandi, við øðrum orðum vera galdandi fyri kvinnur, gentur og øll ið kunnu gerast upp á vegin og ynska eina abort.

 

Frí abort bjargar lív! Abortsamhaldsfesti!
Les meira á Abort.fo

#AbortionSolidarity #28September #Abortion #AbortionRightsNow #FríttVal #Kropsligtsjálvræði #AbortionWithPills #AbortionPills #Solidarity #Destigmatise #Decriminalize #Demedicalize #abortfo

 


1: September 28. We unite in #AbortionSolidarity! (https://www.september28.org/call-to-action/)
2: Geneva: World Health Organization; 2022. Abortion care guideline.
3: Geneva: World Health Organization; 2022. Abortion care guideline. Law & policy Recommendation 1: Criminalization (2.2.1).
4: OHCHR. General comment No. 36 (2018) on article 6 of the International Covenant on Civil and Political Rights, on the right to life*
5: Geneva: World Health Organization; 2022. Abortion care guideline. Law & policy Recommendation 3: Gestational age limits (2.2.3)
6: Geneva: World Health Organization; 2022. Abortion care guideline. CLINICAL SERVICES Recommendation 10: Pre-abortion ultrasound scanning
7: Geneva: World Health Organization; 2022. Abortion care guideline. Supported service-delivery approaches: Recommendation 48 (Telemedicine) and Best Practice Statement 49 (3.6.1)
8: Sama sum omanfyri.
9: Women On Web. (https://womenonweb.org)
10: Abortion Without Borders (https://abortion.eu)
11: European Safe Abortion Networking Group. Statement and Call for Action by the European Safe Abortion Networking Group for International Safe Abortion Day, 28 September 2023