Umseting av skriv hjá No Borders Iceland.
Umsett hevur Frælsisfylking Anarkistanna
No Borders Iceland heitir á øll flogfeløg, sum virka í Íslandi, um at nokta at taka Yazan Tamimi av landinum.
Yazan Tamimi er ein 11 ára gamal drongur, sum flýggjar úr Palestina. Hann hevur fingið staðfest muskuldystrofiina Duchenne, sum er ein av teimum mest ágangandi og álvarsligu muskuldystrofiunum man kann fáa staðfest. Ein læknaváttan hevur víst, at bara at verða borin í flogfari kann drepa hann. Livialdurin hjá teimum, sum ikki fáa viðgerð fyri sjúkuna, er umleið 19 ár.
“Tað er eisini greitt, at um henda tænastan verður avbrotin, kann hon vera lívshættislig og stytta lívstíðina hjá honum. Viðmerkjast skal, at 30% av dreingjunum við Duchenne-muskuldystrofi doyggja sum úrslit av einum falli ella ferð.” stendur í læknaváttanini hjá Yazan. Harumframt hava fakfelagsskapir sum ÖBÍ, Þroskahjálp, Einstök börn og Duchenne-samtökin fordømt burturvísingina.
Einki flogfelag, sum hugsar um sína samfelagsábyrgd, eigur at góðtaka slíkar óndar gerðir sum at senda eitt kroniskt sjúkt og doyggjandi barn av landinum og út á gøturnar í Spania har tað verður, uttan uppihaldsloyvi og læknahjálp. Hetta er ikki nakað vit hava ráð til. Eftir øllum at døma, hevur Yazan bert nøkur fá ár eftir at liva.
At enda vil No Borders Iceland leggja dent á, at øll flogfeløgini og løgreglufólkini, sum eru við í útflytingini av Yazan, eru líka samsek í tí ræðsluni sum stjórnarleiðararnir sjálvir, vit hava øll eitt val at standa upp og gera tað sum er rætt.
Vit eggja øllum flogfeløgum at velja menniskja og samfelagsábyrgd og vóna at bæði løgreglan og landsstýrið síggja virði í at gera tað sama.
Yazan hoyrir heima her.