“Y’all better quiet down. I’ve been trying to get up here all day for your gay brothers and your gay sisters in jail that write me every motherfucking week and ask for your help and you all don’t do a goddamn thing for them.”
-Sylvia Rivera
Í dag er Føroya Pride. Skrúðgongur júst sum hendan eru kring allan heimin, har fólk savnast á gøtuni at mótmæla og krevja qveer frælsi, rættindi og frígering. Árliga yvirtøkan av býarmyndini í Havn er ein minningardagur, hvar vit saman minnast fyrstu Pride og qveer søguna her heima og uttanlanda.
Pride sum eitt fyribrygdi hevur sín uppruna í uppreistinum í Stonewall í 1969. Skeinkistaði “The Stonewall Inn” var eitt av fáum støðum hvar qveer fólk kundu savnast uttan um lógina í New York. At vera qveer var at fremja lógarbrot, og skeinkistaði sum “The Stonewall Inn” og qveerfólkini ið nýttu tað, vóru ofta útsett fyri harðskap frá løgregluni. Uppreisturin í 1969 var eitt aftursvar til eitt álop frá løgregluni á skeinkistaðið. Á odda vóru serliga etniskt útsett qveer og transfólk, millum annað Sylvia Rivera og Marsha P. Johnson. Tað var teirra upplivingar sum tvørkynd, etniskt útsett, heimleys, kynlívsverkafólk ið gjørdi at tær stillaðu seg fram í stríðinum fyri qveer frígering. Aftaná uppreistin stovnaðu tær stríðsfelagskapin fyri tvørkynd S.T.A.R. (Street Transgender Action Revolutionaries). S.T.A.R. virkaði millum annað fyri at verja tvørkynd frá løgregluharðskapi, fongsulsskipanini,og stuðlaðu heimleys tvørkyndum fólki og stríddust fyri atgongd til kynsváttandi røkt.
Qveer søgan aftanfyri hví vit halda Pride er ein søga um stríð ímóti kúðing og harðskap líkamiki um tað er frá lógini, frá løgregluni, frá heilsuskipanini, frá arbeiðsmarknaðinum, frá húsarmarknaðinum, frá rasuskipanini, frá mannsveldinum ella frá landamørkunum. í stuttum so er tað ein intersektionel søga, samfelagsligi harðskapurin kemur ikki einastaðnis frá, men er heldur fjøllbroyttur. Tí hava S.T.A.R. og aðrir qveer frælsisstríðsfelagskapar virka fyri at byggja samhaldsfesti ímillum øll útsett fólk.
Sambært “The Lancet” eru yvir 186.000 palestinar dripnir av “ísraelska” herinum síðan oktobur 2023, veruliga talið er nokk nógv hægri. Stórir partar av Gasa geiranum er eisini lagt í oyði, og milliónir av fólkum eru tvungin at flýggja. palestinska fólkið hava veri útsett fyri sionistisku búðsetaravaldinum, apartheid og lógarharskapið síðan etniska útreinsanina av Palestina byrjaði í 1948. palestinski veruleikin inniberð heimloysi, fongsling, lógarharðskap, kriminalisering og diskriminering einans orsaka teirra samleika sum palestinar. Sum qveerfólk er hettar ein veruleiki vit kenna alt for væl til sjálvi, og líkasum Sylvia og S.T.A.R. talaðu ímóti fongsulsharðskapi og rasudiskriminering í USA so meta vit tað verða alneyðugt at tosa ímóti “ísraelsku” apartheidskipanini og etnisku útreinsingina av palestinum í fer fram á beinleiðis sjónvarpi.
Tað er okkara sannførðing at vit mugu halda fast við virðisgrundarlagi á altjóða Pride fyribrigdinum og virka fyri samhaldsfesti ímillum qveerfólk, felagskapar, kollektiv og tað palestinska fólkið og teirra frælsistríð.
Tíðskil fordøma vit allar royndir frá føroyskum politikarum, flokkum og lobbyfelagskapum í brúka “Pink Washing” at fjala kríggsbrotsgerðir “Ísraels”. Pink Washing er eitt kolonialistiskt propaganda tól sum misnýtur qveer tilveru til at framleiða eina forskrúða mynd av støðuni í Palestina. Hendan myndin verður síðani brúkt at elva til rasistiskar og islamofobiskar hugsjónir um palestinar, muslimar og arabar, alt fyri at framleiða samtykki kring heimin og stuðil til apartheidskipanina. Líkamiki hvussu nógv ælaboga fløggveitra í etniskt útreinsaða Jaffa (Ofta nevnt “Tel Aviv” av búðsetarum), so broytur tað ikki verðuleikan at bumbur ikki gera missmun. “Ísrael” drepur qveer palestinar júst sum “Ísrael” drepur allar aðrar palestinar. Vit fordøma eisini homonationalismuna ið verður nýtt her heima at elva til rasismu og islamofobi, qveer tilvera er ikki tjóðarpropaganda. Vit taka undir við og ynskja at varpa ljós á niðurstøðuna hjá palestinska qveer felagskapinum Al-Qaws “Adopting an anticolonial, anticapitalist queer framework in understanding our reality is not merely an option, but a necessity.”
Vit eggja øll qveer fólk og allar felagskapar, samt Føroya Pride og LGBT+ Føroyar at taka stið til fylgjandi:
At fordøma “ísraelska” fólkamorðið av palestinska upprunafólkinum.
At fordøma “ísraelska” apartheid skipanina.
At fordøma “ísraelsku” etnisku útreinsanina av palestinska fólkinum og teirra mentan.
At krevja ein varandi enda á fólkamorðið.
At krevja frælsi til allar palestinskar gíslar.
At krevja frælsi til Palestina frá á til hav.
“No Pride for some of us, Without liberation for all of us!”
– Marsha P. Johnson