Tá borgarakrígginum byrjaði í Syria trakk stjórnin seg út úr kurdisku landspørtunum í norður- og eystur Syria. Stat og tjóðarloysi var ikki nakað nýtt fyri kurdiska fólki, har vóru frælsisstríðsfólk tilreiðar at tryggja sær at eingin tjóðaskipan skuldi venda aftur til norður og eystur Syria. 19’inda juli 2012 fríðgjørdi kurdiska fólkaverjan YPG býðin Kobané. Yvir næstu daganar strakk tað frælsa sjálvstýrið seg út yvir alt fleiri landspartar, her hava tey verði eitt bjart dømi á frælsissosialistiskum samfelagsbygnaða tey senastu árini. Ein roynd ið vit øll áttu at fylgt væl við, tikið íblástur frá og lært av.
Hugsjónin ið stendur aftanfyri hesum fyribrygdi er demokratiska konfederalisman ið hevur uppruna í kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK. Við fallið av Sovjetsamveldinum í 90’unum, byrjaði PKK at bróta frá teirra marksistisku uppruna, og ein samrøða ímillum kurdisku frælsisstríðsrørsluna og frælsissosialistiskum rákum byrjaði at blomstra. Abdullah Öcalan, forfólk hjá PKK, hevur ein sera týdningarmiklan leiklut í hesi nýggju hugsjónini. Serliga kom anarkistiska kommunalisman hjá Murray Bookchin at hava eina stóra ávirkan á Öcalan. Í stuttum er grundartankin aftanfyri kollveltingini í norður og eystur Syria at umhvørvisstríð, kvinnustríð og beinleiðis fólkaræði skal sita í førarasetrinum í samfelaginum.
Abdullah Öcalan,júst sum flestu aðrir kurdar hevur veri útsettur fyri ógvusliga lógarharðskap frá turkiska hjálandaveldinum ið stýrur tann landspartin av Kurdistan har Öcalan er ættaður. Forfylgingin av Öcalan er vegna politiska virksemi hjá honum og hansara sess sum forfólk í flokkinum PKK. Öcalan bleiv handtikin av Turkaland og hevur síðan 1999 sitið fongslaður á oyggjuni Imrali, har hann hevur haft sera avmarkaða atgongd til umheimin. Hóast stóru kúðanin ið hevur veri gjøgnum árini so hevur tað hvørki steðga rørsluni ella Öcalan at útgreina, broyta og tillaga teirra hugsjón eftir støðugt broytandi samtíðini í Kurdistan. Eitt gott dømi á hesum var dagførðingin í 2024 av “The Social Contract” ið er tað tættasta norður og eystur Syria hevur á eina grundlóg.
Støðan hjá sjálvstýrinum í norður og eystur Syria hevur ikki altíð verði líka løtt. Ikki einans er alt Syria mitt í einum borgarakríggið ið hevur lagt stórar partar av landinum í oyði men eisini hevur sjálvstýri verði á odda í stríðnum ímóti høgrevendu fasismuni í Vestur Asia. Tey eru ein av týdningarmiklastu partunum í krígginum ímóti ISIS, ein felagskapur ið tey enn í dag mugu fyrihalda seg til. Men eisini fasistiska stýri í Turkalandið við Erdogan og AKP flokkinum í leiðslu hevur eina langa søgu við at kúga minnilutabólkar í Vestur Asia, her ímillum kurdar. Turkaland hevur framt fleiri ógvusligar innrásir og álop á kurdisk sjálvstýrandi landspartar, bæði innanfyri landamørkini hjá Syria og Iraq, og hava ólógligani hersett fleiri partar av norður og eystur Syria.
Vit í Frælsisfylking Anarkistanna vilja senda okkara kollveltingarsinnaðu heilsanir til fólkið í norður og eystur Syria á 12 ára degnum á teirra kollvelting ímóti tjóðskipanini. Vit standa í samhaldsfesti við sjálvstýrið í norður og eystur Syria og fordøma týrkisku álopini á kurdisku økini í norður Syria og Iraq. Vit fordøma fongslingina av Abdullah Öcalan og krevja at hann og øll frælsisstríðsfólk verða leyslatin. Eisini viðurkenna vit leiklutin ið fasistisk stýrir, sum Turkaland, hava í NATO, og ynskja einki samstarv við NATO hernaðargonguna. Kríggj og militarisering hoyra ikki heima á okkara oyggjum.
Leyslat Abdullah Öcalan.
Leingi livi Rojava.