Vit fegnast um kravgonguna 12 Juli

Vit viðmæla øllum okkara vinum og frændum at luttaka. Men tað er okkara sannførðing í Frælsisfylking Anarkistanna at rætturin til abort er ein grundleggjandi rættur hjá tí einstaka, ið hvørki kann ella skal avmarkast av land ella lóg.

Stríðið fyri kropsligt sjálvræði er ikki av einans tá vit fáa lógliga abort til 12 viku, 18 viku, ella enddá 22 viku. Altjóða anti-abort rørslan í bæði Pólandi og USA hevur víst hvussu veikt eitt grundarlag lógartengt abort aktivisma er. Í Frælsisfylking virka vit fyri at menna og kunna um rættin til Sjálv-veita abort (Á enskum: Self-Managed Abortion) eftir kunngerðunum hjá WHO. Okkum tørva eina fólkaliga og mentanarliga hugbroyting um hvat kropsligt sjálvræði inniberð, vit sum fólk og einstaklingar mugu sjálvi ráða yvir okkara kroppi, ikki nakað landstýri, løgting, lóg ella nakar lækni. Hettar er ein niðurstøða vit deila við abort rættinda stríðsfeløg og netverk kring allan heimin ið virka fyri Sjálv-veita abort sum grundarlag fyri kropsligt sjálvræði.

Medisinsk sjálv-veita abort er ein trygg, lætt tilkomilig og frí viðgerð í einstaklingar kunnu taka og fremja heima, saman við vinfólki, hjúnarfelagum ella saman við einum feministiskum “accompaniment netverki” ið er virkin í rørsluni fyri sjálv-veita abort. Her vísa vit á evropeiska netverkið Abortions Without Borders (Abortion.eu) og Kanadiska netverkið Women On Web (Womenonweb.org).

Til øll sum tørva abort í Føroyum í dag, í morgin og frameftur; vóna vit at hesir felagskapir og føroyar sum eitt samfelag kann stuðla tykkara rættindi og alt tað inniberð líkamiki lógarligu karmanar.

Í samhaldsfesti.

Vit sýggjast í gøtumyndini.